Skriva út

Í Hósvík gekk væl

15.11.2011 Tíðindi
Í Hósvík gekk væl

Trivnaður í kirkjuni hendir ikki av sær sjálvum. Eitt miðvíst arbeiði má gerast, og ein fortreyt er, at vit, ið gera tænastu, eru glað fyri tænastuna og trívast í kallinum.

Trívast vit í tænastuni, so er tað eins og ringar í vatninum. Eisini tað góða smittar. Ringar fyltir við innihaldi og trivnaði fara spakuliga út í umhvørvið, og fólkið upplivir kirkjuna sum eitt stað, sum er heitt og fjálgt. Her eru vit vælkomin, øll eru vælkomin.

Seinasta sunnudag høvdu prestarnir í Norðstreymoy saman við kirkjuráðunum skipað fyri einum kirkjudegi í Hósvík. Inga, Theodor og Bergtórur. Hugaligt at vera við til tiltakið og síggja so nógv glað fólk, sum við lív og sál gera sítt besta fyri kirkjuna og kirkjunnar Harra, Jesus Krist.

Kirkjuráðið í Hósvík hevði ábyrgd av tí praktiska. Bygdin er væl fyri, tá hugsað verður um hølið og innivist. Bygdarhúsið er frágera góður karmur til so mangt, ja at kalla alt. Blíðskapurin var góður, og maturin gagnaðist væl.

Innihaldið á hesum sinni var dópurin, og tað var tann yngsti presturin í økinum, Bergtórur, ið helt henda fyrilesturin. “Dópurin, ein dropi í havinum”. Ein fakliga væl úr hondum greiddur fyrilestur, ið var til at skilja. Tað fakliga rann saman við bókmentum, myndum frá gerandisdegnum og humori. Tað var fólksligt, men sanniliga eisini fakligt. Vit kendu okkum styrkt í trúnni á dópsins stóru gávu.

Tey trý samskipaðu prestanna leiklut í gudstænastuni saman við kirkjunnar tænarum. Sálmasangurin var av tí besta. Løtan var stór, og tað var gott at vera við. Vit vóru í góðum lag, og tað er eyðsýnt, at gleðin í Kristi er góður førningur ávegis.

Gudstænastan var nakað út yvir tað vanliga. Martin Joensen sang tríggjar sangir. Hann átti bæði orð og lag. Martin segði nøkur orð um seg sjálvan og sítt lív. Vit vóru hugtikin, rørd og takksom. Talan er um lív og trúgv, ið vaknar til lívs.

Borðhaldið í Bygdarhúsinum var ein løta til álvara og gaman. Hans Erland í Brekkunum, urguleikari, helt ein fyrilestur um sang og tónleik. Serliga var urgan umtalað. Vit fingu nógv at vita og lærdu almikið. Vit í leiðsluni fingu eisini okkurt at hugsa um, tí tørvurin á urguleikarum er stórur.

Seint á kvøldi fór eg suðuraftur til Havnar. Ómetaliga glaður og takksamur. Tað er altíð ein ábyrgd, men ein løtt og gleðilig ábyrgd, at vera skipari á einum skipi við so góðari manning.

Og so er tað unniligt, fjálgt og til tíðir stuttligt at savnast í kirkjuligum høpi. Tað var beinleiðis stuttligt, ja heilt øgiliga stuttligt. Tey skemtaðu, sømiliga og við humori av hægsta slag. Og rúm tíð gekk, áðrenn láturin legði seg.

Tað er gott, at fólkakirkjan fevnir fólkið í álvara og gaman. Tí hvønn dag í árinum grætur kirkjan saman við grátandi.

JF.