Skriva út

Í Hesti

20.06.2011 Tíðindi
Í Hesti

Tað var við einum ávísum spenningi, at vit fóru út í Hest 2. hvítusunnudag. Farið var av Gomlurætt kl. 8,45, og nógv fólk fór út í oynna.

Tey smáu plássini og útoyggjarnar hava nakað dragandi yvir sær. So skjótt vit stigu fótin á land, var tað sum um at stíga inn í friðin. Vit vóru komin á mál. Hjá okkum vitjandi var einki at renna eftir, tí Teistin sigldi fyrsta túrin kl. 15,20. Ein friðsæl løta, friðurin so ítøkiligur.

Kirkjan í Hesti fylti 100 ár. Kirkjuliðið stákaðist saman við fólki, ið onkursvegna vara av oynni. Morgunmatur og kaffi gagnaðist væl, og eftir gudstænastuna fingu vit døgurða. Eitt stórt og væl fyrireikað arbeiði.

Kirkjan var fullsett, og gudstænastan var hátíðarlig og vøkur. Hanus Joensen, skúlastjóri, var urguleikari henda dagin. Hann hevði væl syngjandi menn við sær, og sungu teir sum manskór tveir sangir. Sum mangan er tikið til, so eiga vit eitt gott fólk, og nógv heit hjørtu sláa fyri kirkjuni og kirkjunnar Harra. Tað eru nógvar tænastur, og sálmasangurin er kveikjandi. Vakurt og ríkt, og vit verða í góðum lag. Huglagið verður jaligt.

Bergur Debes Joensen, sóknarprestur, prædikaði. Prædikan er løgd út á heimasíðuna 15. juni.

4 fólk sita í kirkjuráðnum í Hesti. Tvær kvinnur og tveir menn. Ruth Lyngvej, Sanna Silvurstein, Ansgar Lenvig og Ebbe Rasmussen. Ruth er forkvinna.

Ein fotomynd sigur ikki allan sannleikan, men søgan aftanfyri myndina er talandi. Teir báðir Ebbe Rasmussen og Jørmund Zachariassen hava verið ávikavist deknur og urguleikari í mong ár. Teir eru avmyndaðir saman við Bergi presti.

Sigast má, at kirkjuráðið hevur verið virkið. Kirkjan er í góðum hondum, soleiðis sum sóknarpresturin vísti á í prædikuni.

Biskupur segði millum annað : “Vit eru stødd á einum heilagum staði, og kirkjan í Hesti fyllir 100 ár. Hesin halgidómur er tignarligur, og klæðir væl kirkjusóknina.

Eftir at hava lisið væl úr hondum greitt tilfar og eina sera væl skrivaða grein hjá Póli á Kletti um Hests kirkju, kom temaið av sær sjálvum. Alt andaði av tign og virðing fyri kirkjuni og tí heilaga staðnum. Tað var sum á sinni, tá andin lá á vøtnunum, ella vit nevna hina fyrstu hvítusunnuna, tá andin fylti alt húsið og settist á ápostlarnar.

Afturi í katólskari tíð hevði kirkja verið í oynni. Tá trúbótin kom, varð hon niðurløgd. Kirkjan í Kirkjubø gjørdist sostatt sóknarkirkja hjá hestfólkum og koltursfólkum.

Leiðin til Kirkjubøar um streymharðan fjørð kundi mangan verða ótýdlig, og stig vórðu tikin til at reisa nýggja kirkju í oynni. Sigast má at væl gekst, og í dag hátíðarhalda vit 100 ára dagin.

Men einki kemur av sær sjálvum, og áhugavert er at lesa, hvussu eldhugað farið varð til verka. Eldsálir hava bygt kirkjurnar runt um í landinum. Her í oynni varð kirkjan bygd sum pliktarbeiði. Í dag vildu vit sagt, at arbeiðið varð útint sum sjálvboðin tænasta.

Mangt umskiftist á mansins ævi, og kirkjusóknin Hestur / Koltur hevur verið ígjøgnum somu menning og lagnu, sum bygdirnar aðrastaðni í Føroyum. Lívið á útoyggj og teim smærru bygdunum er bæði hugtakandi og samstundis ein avbjóðing, nú fólkatalið er munandi lækkað.
Leiðslan í Fólkakirkjuni fegnast um, at kirkjuráðið, kirkjunnar tænarar og bygdarfólkið fara so væl um halgidómin. Her ljóðar Guðs orð, og boðskapurin um Jesus gevur eina andaliga mettu, gevur mót og áræði. Bæði dómpróstur og biskupur og tey ráð, vit umboða, hava sum mál, at alt, ið gerast kann, eigur at vera gjørt til tess at hjálpa teim smærri kirkjusóknunum.

Tað er mikið gott, at limirnir í stjórnandi ráðum hava ein góðan vilja. Men, tað heilt stóra og gleðiliga er, at fólkið í oynni, og avstaðsfólk, ið eru góð við oynna, taka so væl hond um kirkjuna, at hon í dag stendur sum eitt prýði í sínum ásýniliga vakurleika.

Hundrað ára dagurin verður hátíðarhildin, og kirkjan hevur fingið ábøtur. Altarið er gjørt av nýggjum, og ein nýggjur messuakul verður tikin í nýtslu. Aðrir kirkjulutir eru endurnýggjaðir og umvældir. Sóknarpresturin, Bergur, fer at siga nærri frá hesum.

Altarið ímyndar Harrans ásjón, tað er háheilagt. Messuakulin boðar frá, at presturin í altartænastuni verður íklæddur nakað av tí dýrd, ið eina tilkemur hinum livandi Guði. Í tænastu er menniskjan víkjandi, er amboð í Guðs hond ella sendiboð í Harrans tænastu. Tænarin verður íklæddur og gjørdur búgvin til tænastu við borðið.”

Orð : JF
Mynd : DJ