Skriva út

Í Guðs fríðu náttúru

14.07.2011 Tíðindi
Í Guðs fríðu náttúru

Tað er vakurt í Føroyum, og áhugavert er at vitja runt um í landinum. Tað tykist alt meira vanligt, at skrivstovur og onnur arbeiðspláss gera eina útferð ársins ljósu tíð. So læra vit landið at kenna og fáa økta vitan um tað heimliga. Harafturat eru vit saman á annan hátt, eitt sindur minni faklig ella faklig við øðrum atlitum enn vanligt.

Skrivstovan hjá biskupi og dómprósti var í gjár ein túr í Vestmanna. Staðið var valt, tí vit í fyrisiting fólkakirkjunnar hava sett ta grønu hugsanina á dagsskránna. At geva nattúrini gætur og nýta so umhvørvisvinarliga og bíliga orku sum møguligt.

Finnbogi Joensen, ið hevur arbeitt við hesum málsøki í langa tíð, var ferðaleiðari á túrinum. Vit vitjaðu Vestmanna skúla, har næmingarnir læra um umhvørvi, burturkast og endurnýtslu. Áhugavert at síggja og hoyra um hugburðsbroyting og úrslit. At børnini og tey ungu verða lærd at taka ábyrgd, og tey taka ábyrgd av umhvørvinum.

Fóru niðan í viðarlundina, har hvørt skúlabarn tey seinastu tjúgu árini hevur plantað eitt træ. Árini ganga, trøini vaksa og viðarlundin veksur í hvørjum. Tað var rættiliga øðrvísi at njóta ein kaffimunn úti í tí grøna. Borð og beinkur vóru sett upp, so vitjandi kunnu sessast og njóta løtuna millum trø og annan grønan vøkstur.

Viðarlundin er løgd fram við Gjógvará. Í ánni eru síl, og í nánd av ánni gekk ein høna við ungum sínum. Áhugavert hjá okkum at uppliva, ið til dagligt starvast við skriviborðið.

Vitjaðu eisini Vestmanna kirkju, sum í sínum vakurleika er eitt prýði fyri bygdina. Umbyggingin av Vestmanna kirkju er sera væl eydnað. Grøn hugsan sampakkar væl við kirkjuna, ið sum málsøkið hevur skaparan og skapanarverkið í huga gerandis og heilagt.

Orð: Biskupsskrivstovan
Mynd: anh