Skriva út

Í dag má ongin keða seg.

25.09.2017 Tíðindi

Í dag má ongin keða seg, tað er ein forboðin kensla, og børn verða tí sett í sving frá tí tey vakna. Alt er lagt í skema og ætlanir, heimið er sum ein jarnbreyt, onkur kemur og onkur fer og - huj hej - ongin tíð má bara fara til spillis, tí so fer lítli Janus ella Rósa at keða seg, og hvat skal mamma ella babba so gera? Tíð eru pengar, og vit knossa øll fyri at fáa alt at hanga saman.

Men heima er ongin petagokur at seta lítla barnið at perla ella vassa ella telgja.

Nei, tað er nóg torført, tá vikuskiftið er og foreldur og børn hyggja uppá hvønn annan:

”Mammaaaa…babbaaaa, eg keði meg, hvat skal eg gera?"

”Jamen", svara foreldrini fjálturstungin, "far og spæl við iPadin ella Nintendo ella far í gaggurnar og sparka ella spæl við Bratz dukkurnar... Ring til onkran ella far inn á telduna og spæl… ella ...ella...”

MEN - tað er JÚST TÁ mann keðir seg, at mann verður kreativur og fer at hugsa øðrvísi og fer at finna uppá.

Tað er kreppa at fara í kirkju, tí man keðir seg. Hugsa tær, at barnið skal sita stilt í lítlan tíma!

Men kanska er hetta einasta løtan, barnið slepppur at lena seg afturat mammu ella pápa sínum og lukta tey og uppliva tey at vera still í longri samanhangandi tíð… Ongin telda ella fartelefon... Kanska er hetta kvalitetstíð fyri barnið? Tað sansar vøkur ljós, vakrar myndir, øðrvísi sang…

Men tey vaksnu halda, at tað er so keðiligt… ”Hvat skulu vit við átrúnaða?" og ”Ma altso…!Átrúnaður fyllir so nógv her heima, altso, øll eru heiladeyð og einssporaði…”

Jaso... Verða vit steinaði og spønaði sundur um vit vaska bil sunnudag? Ella hiva dýnurnar út sunnudag? Hvar er trupulleikin?

”Nei, men altso, tað stendur okkurt, onkrastaðni í Bíbliuni, og Guð sigur onkrastaðni...”

Ja, hvat sigur Hann? At vit ikki skulu binda sunnudag, íðka ítrótt ella lúka í havanum? Halló, sigi eg bara… So átrúnaður fyllir nógv her á klettunum?

Tað er tá átrúnaður verður totaliterur, at hann fyllir nógv. Tað var Timburmaðurin, sum bað meg venda hin vangan til og løna gott við illum, og ikki døma ella fordøma og ikki stjala og ikki drepa, men æra og fara væl um menniskjuni og skapannarverkið.

Okkurt seiggi má vera í 2000 ára gamla boðskapinum!

Og vit ganga í skúla og fáa útbúgving og arbeiða og byggja hús og verða forelskaði og elska og hata og fáa børn og skeldast og semjast og ganga til wellness og dansa og eta fínt úti og keypa klæði og … og… Vit gáa eftir, at alt endurtekur seg, onki nýtt hendur og ja, hví eru tað tey tilkomnu, sum sita í kirkjuni? Hví? Kanska tí tey hava verið mylluna ígjøgnum, og tey hóma, at ein endi er á vegnum, slíkt, sum man als ikki gáar um, tá man er ungur og fullt upptikin við skáalánum og eggloysn og truplum tannáringum!

Nei, eg veit ikki…

Hvat skal kirkjan gera fyri at peppa alt upp?

Kanska skuldi prestur gjørt kraftlop oman eftir gólvinum ella biði øll reist seg upp og sagt, hví tey eru í kirkju og biði fólk komi við stikkorðum til, hvat prestur skal siga á prædikustólinum?

Wellnes er svarið í dag, og tað hevur ein stór kirkja í Svøríki sannað. Eg las í danskari avís, at kirkja í Stokkhólmi hevði stóra succes við nýggjum átaki. Tey høvdu wellness-gudstænastu. Altso, aftaná at tey høvdu verið til altars, floymir Bach tónleikur út yvir alla kirkjuna, og meðan tey lurta, ganga massørar og massera herðarnar í fýra minuttir hjá hvørjum einasta, sum er komin í kirkju. Tey so at siga liggja bakk, meðan tey lurta eftir Bach. Og tey siga tað vera himmalskt, tey eru sæl, tey eru lukkulig, friðfull. Men hvat nyttar at fara í kirkju og koma heim við vælmasseraðum herðum, men hava eina sál, sum als ikki er rørd ella aktiverað, sum ikki er masserað?

Nei, eg spyrji bara!