Hygg uppá meg!

Ótrúlig løta tá mann fær nýfødda barnið upp í føvningin og sær lítlu vøkru hondina við lítlu fingrunum, sum taka fast um mína hond, angin av nøkrum frumbornum og ókendum og andlitið við eygum, sum hyggja djúpt og rannsakandi, sum hava tey skoðað annan heim og aðrar víddir, sum tú onki veitst um.
Og í kærleiksørsku sigur mann “Áh, hon hevur munnin hjá tær” ella “nøsina hjá ommu”, tí andlitið verður sum ein mosaikkur, eitt kært putlispæl, sum er júst tað menniskjað, sum er givið mær at elska.
Andlitið broytist gjøgnum langt, livað lív. Vit siga, at sjálvt sálin kann fáa skøvir ella at barnsburður kann gera eina kvinnu alt vakrari.
Gjøgnum øldir hava menniskju málað og piersað andlit og kropp. Mála andlitið, um mann skuldi í bardaga ella ikki. Andlitið signaleraði støðuna,mann var í. Ringar um hálsin ella “tallerkar” í varrar ella oyralippur. Høvd og skallar royndi mann at broyta og toyggja og í Kina bant mann føturnar inn hjá lítla barninum, tí tað var tekkiligt við smáum fótum og við mekt og mæti skuldi tú ikki ganga, men verða borin. Í onkrum ættarbólki var tekin um nakað vakurt og tekkiligt, um menn høvdu stóran búk. So tá kvinnur skuldu velja sær maka, so drukku teir kúgvablóð við mjólk, so búkurin bólgnaði.
Landafrøðiliga og socialt hava toy og klæðir signalerað, hvørji vit eru, hvagani eru vit, ella hvønn status hava vit í samfelagnum. Hava vit ilt í sinni ella koma vit við friðarboðum.
Víkingar karvaðu mynstur í tenninar, meðan vit bleikja tenninar.
Í dag er vakurleikavinnan risa stór, tí vit fáa javn og savnt at vita, at vit kunnu ikki síggja keðilig út, so vit hava glinsandi varrar og svartar kohlrípur runt eyguni, júst sum Tut Ankh Amon eisini hevði .
Fyri nøkrum árum síðani fingu at vita, at nú var nýtt rák komið. Kendar kvinnur í USA høvdu fingið dirvi at fara út í tún við ósminkaðum andliti, so tær sóu út, sum tær vóru. Hetta var mett at vera eitt risabragd, at hugsa sær at vera so djarvar at mann tordi at vísa, hvussu mann veruliga sá út.
Ultimativa roysni hjá okkum her heima, vildi so verið, at farið í SMS við ongum mascara ?
Men hvussu síggja vit út ?
Andlit og andlitsbrá er okkara sál, tí tað sum hjartað følir og merkir sæst aftur í øllum andlitinum. Títt andlit avdúkar teg. Tá mamman/pápin sita við lítla barninum, so er teirra mimikkur við til at menna barnið. Tú lesur barnið og svarar barninum aftur við andlitinum. Barnið appelerar til tín og so nyttar lítið, at barnið sær eina stíva masku hyggja at sær.
Í dag skava og skera vit ikki sjálvi í andlit og limir, men vit fara til serlæknar, sum vit gjalda fyri at sproyta Botox her og har ella leggja inn fillers, so vit síggja yngri og “óbrúkt” út.
Sat ein dagin í bíðirúmi hjá tannlækna. Komin innar sat ein kvinna har, sum las í einum blaði. So kom maður innar og settist. Útvarpið var frá og eitt staðarnavn varð nevnt. Maðurin hugdi uppá meg og spurdi, um eg visti hvar hatta var. Eg visti so nøkunlunda og vit prátaðu um hetta. So vendi hann sær til kvinnuna, sum hann ivaleyst kendi.
“Hvussu skarst í ár?” , spurdi hann. Og eg sat har sum fløt havnarkvinna og hoyrdi, hvussu nógv henda kvinnan hevði at gera á garðinum, sum eg als onki visti um.
Triði, sum kom innar til tannlæknan, var ein kend listakvinna í Føroyum. “Ná”, sigur hesin prátingarsami maðurin, “nú hava vit eina listakvinnu her, kanst tú ikki siga okkum okkurt um handa málningin?” .
Og hon greiddi so sera blídliga og áhugavert frá um listarmann, stað og perspektiv. So var eg rópt innar í stólin hjá tannlæknanum at sita, men hugsaði, at høvdu øll sitið og gløtt í telefon, so hevði eg ikki verið belærd um staðarnavn í Sandoynni, lívið á bóndagarði ella um flottan málning. Og meðan vit prátaðu, smíltust vit, hugdu inn í eyguni á hvørjum øðrum, nikkaðu, veipaðu við ørmum, í mun til okkara heiladeyða, áhaldandi pikkan á ein skíggja.
Ongir nakkar, men livandi eygu.
Andlitið er “portrið” inn til sjálvan teg. Vit gáa um og fella dóm alt eftir, um vit halda at hann sær móður út, um hon er óreiðilig ella sunn ella hvat vit nú hyggja eftir. Andlitsbráið kundi verða spurningur um lív ella deyða hjá fólki í langt farnari tíð, men í dag er tað okkara visitkort. Í dag tatovera vit armar og bein við øllum tí, sum vit siga hevur virðið hjá okkum, maki, børn, bilur ella bátur.
Úti í heimi síggja vit nú idealið, har kvinnur og menn hava eins look, har andlitið er stívt og kvinnurnar eru sera femininar og menn sera maskulinir. Sum ein Barbie og Ken týpa, sum bara hyggja. Øll eru eins, í eins húsum, innbúgvi og ferðamáli.
Eru vit øll, so ella so, gekkaskortar ? Eru vit ikki tað vit vísa ? Eru vit sonn ? Er individualiteturin horvin ? Eins menniskju, sum lata sær lynda ?
Hetta er tíðin, tá gekkaskortar eru frammi og føstan kemur, tá vit kunnu rannsaka okkum sjálvi og virðismeta, hvat hevur týdning ella vit spyrja Skaparan, “rannsaka meg, um eg gangi á rættari leið” ?
Facebook er kanska størsti gekkaskorturin hjá okkum, har vit vísa okkum, hús og heim og familju sum nakað, eg ynski onnur skulu halda, men sum ikki er ? Er alt ein illusión ? Facebook, sum – treyðugt so - eisini kann hava okkurt gott í skjøldrinum, er faktorurin, sum kveikir undir øvundsjúku, ótakksemi og er pallur, har fólk í skýmaskoti skriva tað teimum lystir, tí hvar er tann sum skrivar og hvør skrivar ? Øll eru fjald.
Føstan sigur okkum nakað um sjálvt lívið, byrjan og enda og tað, sum er harímillum.
Nakin og ber komu vit í heimin til fjálgar hendur, sum tóku ímóti.
Og einaferð, so eru vit aftur nakin og løgd í føvningin hjá onkrum, sum elskar okkum og heldur í hondini, tá vit aftur skoða tær villu víddirnar hinumegin tíð og stað.
_______
Finn aðrar klummur hjá Armgarð Arge her.