Skriva út

Hvussu røkja vit kirkjuliðið?

09.03.2012 Tíðindi
Hvussu røkja vit kirkjuliðið?

Í kvøld byrjar árligi aðalfundurin hjá Felagnum fyri Kirkjuráðslimir. Fundurin verður aftur í ár hildin í Nesvík.

Fyrsta punkt á skránni á aðalfundinum, sum varir til út á seinnapartin leygardagin, er aðalfundurin.

Hetta verður í mangar mátar ein vanligur aðalfundur, - tó við ávísum heldur øðrvísi innsløgum enn vanligt er á einum aðalfundi.

Í fyrsta lagið verður skipað soleiðis fyri, at nýggja ungdómskórið við Gøtu kirkju fer at syngja. Hesum kórinum stendur Símun Hammer fyri.

Í øðrum lagi verður eitt rættiliga skemtiligt innslag, tá skemtarin og tíðindamaðurin, Hilmar Jan Hansen fer at undirhalda fundarfólkinum.

Ein pallborðsfundur er eisini á skránni í kvøld. Tá aðalfundurin er av, byrjar hesin fundurin klokkan 20. Her skal tosast og tjakast um tær gomlu kirkjurnar og fornminnini í teimum.

Síðani er gjørligt hjá fólki at gista í leguhúsinum í Nesvík, tí lagt verður til brots árla leygarmorgunin við ikki færri enn fýra fyrilestrum – samstundis!

Her verður gjørligt hjá tí einstaka kirjuráðsliminum at velja millum fýra áhugaverd evni. Eitt av evnunum fer Bergur Debes Joensen, prestur at tosa um.

Annað evnið á skránni er Skapanarverkið, sum Finnbogi Joensen úr Vestmanna skal greiða frá. Triðja evnið er um kirkjuliga list, og her hevur tað eydnast at fáa Frits Johannesen úr Fuglafirði at greiða frá.

Fjórða og seinasta evnið er eisini áhugavert. Her fer Jákup Reinert Hansen, prestur á Sandi at tosa um sálmasang.

Eftir ein døgurðabita verður miðað eftir at enda fundin tíðliga seinnapartin.

Orð: SB
Mynd: Jórun Johannesen, forkvinna í Felagnum fyri Kirkjuráðslimir heldur formansfrágreiðing sína á aðalfundinum í 2011