Skriva út

Hvussu nógvar myndir hevur tú tikið í summar?

16.08.2017 Tíðindi

Nógvar, ha ? Fyrr, so hevði hvørt húskið eitt fototól og mann klikti ikki vilt, nei, mann hugsaði seg væl um, tí hvør filmur hevði bert nakrar myndir og tað kostaði at framkalla og blitz terningarnir vóru eisini dýrir.
So, tað var við spenningi at mann fór við filminum at fáa hann framkallaðan og so aftur eftir myndunum og so mintist mann aftur á summarferðina ella fyrsta skúladag ella jólatræið tað árið.
Og allar myndirnar komu í eitt album. Og hesi album lógu í mongum heimum á hill undir teak stovuborðinum og so kundi mann blaða og minnast. Hatta var søgan hjá húskinum, nakrar fáar myndir, sum saman vóru heil lív.
Í daga hava vit telefonir. Ikki slíkar, sum stóðu fastar i einum leidningi í vegginum. Fórt tú út, so fórt tú út. Um onkur vildi hava fatur, ja, so var at royna til viðkomandi var heima aftur.
Men í dag hava vit sera fantastisku og ræðuligu telefonina uppiá okkum alla tíðina.
Og hon kann taka myndir. Vit kunnu taka myndir og leggja tær út á netið og soleiðis oyðileggja eitt heilt lív hjá einum menniskja, um vit vilja vera órein. Men vit kunnu eisini taka ovurvakrar myndir, júst tá løtan er. Men onkursvegna so uppliva og sansa vit ikki løtuna, tí vit lata løtuna fara við at taka myndir, ístaðin fyri at vera har. So undanfarna ættarliðið, sum mintist so sera væl, tey sogið hendingina inn í minnið. Men vit síggja ikki barnið, sum verður doypt ella sangaran ella lítla barnið, sum fer í skúla fyrstu ferð, tí tað er ein skógur av telefonum, sum skugga fyri øllum. Og tí fara vit kanska ikki at minnast so væl , hvat hendi í okkara lívi og dugi ikki at siga frá og geva víðari til onnur menniskju. Kanska verður hetta ættarliðið menniskju, sum bert hava statusuppdateringar í skjáttuni, tey hava ikki givið nakra søgur víðari, um teg og ommu ella mostir, tí tað sum kann sigast eru stuttir setningar á FB, sum hvørva eins skjótt og teir vóru skrivaðir.
Og í dag eru nærum ongin album. Tey rigga heldur ikki í modernaðu stovuni, tey órudda, eru kinki, mann kann heldur ikki, bara hava somu myndirnar.
Onkur hevur elektroniska myndarammu í vindeyganum, har nakarar skjóttgangandi myndir frá ferðini í Mallorca ella í Kunoy spola framvið…
Og onkur suffar um allar myndirnar, sum liggja inni í telduni og sum ongantíð koma úr telduni aftur til onnur at síggja og gleðast um.
Uttan at fara í kleystur ella siga farvæl til heimin, so er funnin fressur av og á at gloyma telefonina ella sløkkja hana, simpelthen. Sløkkja øll elektronisk ljóð nakrar tímar ella dagar og tá hoyrir mann við eitt náttúruna, vindin, regnið, tí regn og vindur eru ikki bara regn og vindur, hyggja inn í eyguni á menniskjunum, tú etur saman við, heldur enn at hugsa um at taka eina mynd.
Og í kristnum høpi tosa vit um tráðleysa sambandi uppeftir og Guð hoyrist í tøgnini, í vindinum, í sólarrenningini, tá eg menniskja eri still og lurti.
Tað er vert at royna. Og eins og Guð í byrjanini rópti á Adam : ”Adam, hvar ert tú” ?
Soleiðis kann eg seta mítt navn ella títt ístaðin fyri - Adam - og hvat svari eg tá ?
”Bíða, Guð, eg má fyrst tjekka eina mynd inni á Instagram” !