Skriva út

Hvussu havi eg tað?

08.06.2017 Tíðindi

Aristoteles gamli segði, at tá menniskjan var mett, hevði tak yvir høvdið og livdi trygt og gott, so fór hon at filosofera og gáa um lívið og lívsins stóru spurningar.
 
Vit liva í dag, tey allerflestu, í tryggum góðum korum, vit eru tryggaði upp og niður, uppsparingar og kapitalpensiónir, vit kenna okkara rætt, vit vera screenaði av heilsuverkinum, okkum stendur í boði at fáa okkara arvaeginleikar kannaðar, okkara BMI og kolesterol. Atlantsflog flýgur okkum í hópatali til heit lond, har vit kunnu damla við blátt miðalhav og eta tapas, vit seta krøv til lærara og lækna, vit hava altíð ymisk alternativ. Alt ber til og heimurin liggur víðopin.

Men samstundis eta vit okkum í hel í dag, sukrið stendur út gjøgnum oyruni, vit keða okkum, børnini fáa diagnosur, og hjúnarbandið er ikki, hvat tað hevur verið. Vit eru strongd og sokna og megna ikki gerandisdagin, tí vit liva í eini tíð, har vit javnt og savnt eru ávegis til nakað stuttligari, nakað størri, nakað meiri fantastiskt. Eg havi henda køkin til eg kann keypa mær tann dýrara, um makin er ov keðiligir, so mugu vit fara hvør til sítt, tí hann fjøtrar meg, eg skal vera á, vera lukkulig, spennandi, tølandi og vera glað, og samfelagið sigur:
”lat teg í ja- hattin.”!

Hygg inn í teg sjálva og er nakað at broyta, so ger tað, svarið er innaní tær. Og finni eg ikki nakað svar til mína órógv ella kvøl, so eru metrar av bókum, sum siga ”Carpe diem”, ”Liva nú”, ”Et teg til betri lív,” ”Royn bara kulhydratir”, ”Tveir mánaðar uttan sukur” , ”Liva sum steinaldarmaðurin” – men fyri Guðs skuld, flyt teg og ver í hasum ja-hattinum !
Svend Brinkmann, sum er professari í psykologi sigur, at tá vit kaga inn í okkum sjálvi finna vit onki svar, bert hjarta, nýru , maga og onnur gøgn.

Vit mugu ikki roykja ella smakka okkum á, men vit eru bundin at coachum og guruum. Vit skulu menna og flyta okkum, men Brinkmann sigur: ” Statt still, ikki skunda tær avstað, hugsa, hvat var tað, sum hendi, sig nei. Les eina bók.
Tú ert ok, sum tú ert, tú hevur ikki fyri neyðuni at finna eina aðra útgávu av tær. Gloym mantra, sum innovatión og kravið at lofta við sjey bóltum í senn !”

Vit skulu ikki framvið sorgini ella vónbrotinum, men ígjøgnum tað við víðopnum eygum, tí soleiðis er at vera menniskja. Soleiðis fáa vit ein førning at geva næsta ættarliðnum. Menniskjan roynir at vera rationel og javnt og savnt gera tað rætta, heldur ofta at hon kann eta seg til eitt betri lív ella íðka seg til betri lív, men lívsvísdomur, vitska, kemur av sonnum livaðum lívi, har vit hava tikið brókatak við sjálvt lívið.

Vit skulu ikki allatíðina vísa okkara kenslur og vísa, hvat vit kenna og merkja. Vit mugu hava eina privatsferu og so mugu vit læra vera støðuføst og lata røturnar veksa seg stórar og sterkar. Og heldur enn javnt og samt at seta meg og mínar kenslur í fokus, so kaga úteftir .
Vit vera ólukkulig av at leita eftir lukkuni og royna at halda henni fastari, tí lívið er løtur.