Skriva út

Hvønn skulu vit fara til?

25.09.2021 Tíðindi

”Frá teirri tíð fóru mangir av lærusveinum hansara burtur frá honum og ferðaðust ikki longur um við honum. Jesus segði tá við teir tólv: «Vilja tit eisini fara burtur?» Símun Pætur svaraði honum: «Harri, hvønn skulu vit fara til? Tú hevur orð hins æviga lívs;...” Jóhannes evangeliið kapittul 6.

Í miðlunum hoyra vit um gallupkanningar, meiningsmátingar, statistikkir o. a. sum siga frá framgongd og afturgongd, um størri og minni undirtøku á ymiskum økjum. Menniskju eru von at byggja røttu úrslitini á tað, sum kanningarnar vísa; tað, ið tey flestu meina er tað rætta. Soleiðis er nú einaferð fatanin.

Kirkjan sleppur heldur ikki undan slíkum kanningum. Tá ið talan er um kirkjuligar statistikkir, verða menniskju eisini áhugað, hvussu mong nú ganga í kirkju og hvussu mong ikki gera tað. Nøkur kenna Guðs ríki bara frá kanningum, sum bløð og loftmiðlar vita at siga frá. Eisini fólk, sum koma í Guðs hús byggja á kanningar, og so fáa tey lættliga ta fatan, at sannleikin í kristindóminum er treytaður av uppmøting. Tað var maðurin sum segði, at gull er ektað eftir nøgdini, altso, tess størri rúgvan er, tess meira ektað er gullið.

Ein gamal biskuppur tók einaferð til: Tað er betri við einum fámentum kirkjuliðið við einum sonnum boðskapi, enn einum fjølmiklum kirkjuliði við rongum boðskapi.

Mong viðhaldsfólk, fáar eftirfylgjarar
”Mangir av Jesu lærusveinum fóru tá burtur frá honum og ferðaðust ikki longur við honum.” Jesus upplivdi eisini, at tilgongdin til hansara var fallandi. Hann hevði sanniliga eisini havt stóra undirtøku, tá ið hann gjørdi undur og tekin; tá var hann heiðraður og tey vildu gera hann til kong. Men hann upplivdi eisini, at menniskju steðgaðu upp ella vendu honum bakið. Ein orsøk var, at hann segði okkurt, ið teimum ikki hóvaði: ”Eta tit ikki hold menniskjusonarins og drekka blóð hansara, hava tit ikki lív í tykkum!” Mangir sum tá hoyrdu hann, søgdu: ”Hatta er hørð tala, hvør orkar at líða á hann?” Og tess nærri teir komu Jerúsalem og krossinum, tess størri gjørdist fráfallið, inn til tað at enda æt: Hann á krossinum aleina.

Kvantitetur og kvalitetur
Menniskjan leggur seg eftir kvantiteti og ikki kvaliteti. Men Guðs kirkja livir nú ikki av statistikkum, men av Guðs orði, og ikki Kristus, men Antikrist er eyðkenni við tølum.

Norska skaldið Arne Garborg skrivar í verki sínum: Den burtkomne Faderen, um eina konfirmatión. Prestur gongur millum sínar konfirmantar og yvirhoyrir teir. Men hetta er ikki ein vanliga konfirmatión. Talan er um hin Ónda, sum yvirhoyrir sínar konfirmantar. So er tað, hann spyr: ”Hvat er hitt størsta boðið í lógini?” Har er beinanvegin ein fingur uppi, og svarið er: ”Tú skal vera sum øll hini!”

Í dag er rødd meirilutans vorðin rødd Guðs.

Teir steðgaðu upp
Fráfallið kemur ikki altíð av hørðum uppgerðum. Tað stendur bara: ”Teir ferðaðust ikki longur um við honum.” Teir løgdu ikki hond á hann, fyri síðan at renna sín veg; nei, teir steðgaðu upp á vegnum, teir stóðu bara eftir, meðan hann helt leiðina fram, tí tá sluppu teir frá at hoyra hansara nærgangandi talu. Men hóast talið var fallandi, so fór Jesus ikki í samráðingar við teir um, hvørjar treytir teir settu fyri at fylgja sær eftir.

Tá ið Jesus spurdi teir tólv: Vilja tit eisini fara burtur? svaraði Pætur aftur við einum mótspurningi: ”Harri, hvønn skulu vit fara til?” Tað svarið sigur meira enn hástemt orð. Har hoyrist á hvønn trúgvin og álitið er sett. Tá ið tilgongdin minkar og populariteturin fellur, er Jesus kortini tann, sum hevur uppiborðið fult álit. Pætur segði: ”Tú hevur orð hins æviga lívs, og vit trúgva og vit vita at tú er hin heilagi Guðs.” Við stórari frímóð játtar hann trúnna á Kristus, á hann, sum hini ikki vildu ella orkaðu at hoyra.

Hvønn skulu vit fara til? Her er eingin at fara til, tí teir, ið vóru eru allir farnir, og teir, ið eru fara við, og teir, ið koma fara eisini allir, og ein dag eru vit eisini farin. Bara ein verður verandi alla tíð, hann, sum hevur orð hins æviga lívs.

Orð: John Myllhamar.