Skriva út
Hvørjar sálmar skal eg velja?
07.09.2026 Tíðindi

Prestar, deknar ella organistar velja sálmar at syngja til guðstænastur hvønn sunnu- og heiligdag í árinum. Ymiskt er hvussu hesi val verða gjørd og hvørjir tankar liggja aftanfyri. Leif Hansen fer í hesum fyrilestrinum at lýsa hetta evnið nærri og taka dømir fram um hvørjir sálmar eru valdir til útvaldar sunnudagar í kirkjuárinum.
Fyrilesturin byggir á kanningararbeiði, sum Leif gjørdi fyri nøkrum árum síðani.
Fyrilesturin verður í Kirkjustovu í Havn 14. september kl 19.00. Øll eru vælkomin.
Onnur tíðindi