Skriva út

Hvør er meiningin?

23.12.2018 Tíðindi

Lívið er ikki rættvíst. Tá vit halda, at ”jess, nú koyrir tað, nú er fínasta slag!”, so er tað, at ein brikkur fer øvugtan veg, ójávnvág kemur í aftur og vit suffa og siga: ”Lívið er ikki rættvíst!” Og so steðga vit beint har, og gerast kanska hatsk, hatafull, kedd og spyrjandi.

Men um vit venda tí heila við, so gáa vit eftir, at var alt rættvíst, so vóru vit ikki menniskju og heimurin vit livdu í, var ikki okkara bláa gongustjørna. So vóru vit marionetdukkur, sum ikki høvdu fyri neyðini at gera okkum ómak, fyrigeva, elska enn meira, royna at bøta um neyðina, bæði nær og fjar, at læra okkum at tillaga okkum betri. Um alt var perfekt, so var onki lív, tí vit eru alla tíðina á ferð, á ferð at gera nakað betri, nakað øðrvísi. Tað er okkara lutur sum menniskja.

Vit stríða okkara stríð, onkur heima og onnur í samfelagnum. ”I have a dream”, segði Martin Luther King. Og dreymurin var, at allur ójavni var burtur, kríggj, og grátandi børn, harðskapur og illstøða.

Viðhvørt hóma vit dreymin, síggja ein sekvens verða veruleika, men onki er støðugt í okkara heimi, alt broytist, og tí kunnu vit ikki seta endaligan dóm yvir nakað at vera heilt rættvíst, heilt perfekt, ella heilt gott.

Vit liva í eini tíð, sum er effektiv, men samstundis sum vit hava alskyns hentleikar, sum skulu lætta um og stytta um arbeiðsbyrðu, so renna vit skjótari, suffa og siga, at vit hava ilt í sálini. Og vit skilja púra onki av tíð heila, tí vit eri strongd. Hví eri eg ikki nøgd og fegin? Og vit spyrja: ”hvat er meiningin?”

Vit lesa bøkur, sum læra okkum at liva, at ”finna besta útgávuna” av mær sjálvari, at ”enduruppfinna” meg sjálva, at virðismeta og seta “to-do listar” upp og við eitt er lívið eitt einsamalt projekt hjá mær. Hvat er meiningin? Vit leita upp coachar og onnur, sum hjálpa okkum at liva gerandisdagin og lívið, so vit fáa meining inn í dagin og lívið.

Hvat hava vit, sum vit ikki hava fingið? Alt tað mest virðismikla í heiminum er slíkt, sum vit ikki fáa við Visa kortinum, men tað er nakað, sum verður okkum givið, nevniliga sjálvt lívið og menniskju at elska og at verða elskaði av. Men er tað meiningin? Menniskjan er svikafull, og skjótt kann alt vendast og hóttafall standa í durunum og hvat við meiningini tá?

Nú eru tað jól, og vit royna at noyða eina meining inn í gerandisdagin. Vit vilja hava tað mest jólaliga jólaborðið, vakrastu gávurnar undir trænum, glaðastu gestirnar og soleiðis seta vit okkara egnu krubbu upp, sum skal sýnast lýtaleys. Tað perfekta má vera til, so eg kann gerast heilt lukkulig.

Øll hava vit ymisk leiktjøld, og øll hava vit ymsar krubbur. Fólkini í krubbuni koma og fara, sum tíðin gongur. Við hvørt eru fleiri pápar, fleiri ommur og abbar, onkur doyr og onnur koma inn í tína krubbu, tí tú tekur ymsar avgerðir, sum hava avleiðingar fyri øll i krubbuni. Og har standa vit og okkara vegur er ofta fjaldur av stoktum dunnum, stórum vónum og ynskjum, klandri og grátandi børnum, sum vilja vera saman við foreldrunum á jólum, onkur leingist og onnur eru hjartans fegin, ósemja, stríð og friður. Hava vit skúgvað Guð úr okkara degi og máli, og tí leita vit so altrá eftir meiningini?

Í krubbuni í Betlehem varð ”meiningin” fødd. Okkara fokuspunkt! Hann, sum lærdi okkum, at ”ikki við vápnum, men bert við mínum orði” “at venda hin kjálkan til”, ”at vera móti øðrum, sum tú vilt hava tey at vera móti tær”. Soleiðis føddist okkara fyrimynd, sum hevur slóðað vegin í einum heimi, ”har vit kenna í brotum”, men einaferð skulu vit vera til fulnar kend”.

Og meðan vit leita eftir tí perfekta, gleðast, fegnast og verða vónbrotin, so er gott aftur í ár at fáa at vita, at í lítlu krubbuni í Betlehem, har føddist ” meiningin”!

Hvat heldur tú? Gevur hetta meining?

Gleðilig jól!