Skriva út

”Hvítusunnu appin”

14.05.2018 Tíðindi

Nátt, morgun, dagur… Vit siga, at Jesus føddist jólanátt, Hann reis upp páskamorgun, men nú er hvítusunnudagur. Alljósur dagur.

Tað er dagur nú! Krossurin er tómur, grøvin tóm og Jesus burtur?

Lætt at tosa um lítla barnið í krubbuni og um mannin, sum varð krossfestur, men hvussu siga vit frá og skilja heilaga andan, sum er hann, vit tosa um á hvítusunnu?
Vit eru ikki søguleys. Vit hava siðir, vanar og minni. Á jólum eta vit dunnu og ivaleyst ræst kjøt fyrsta dag, og á páskum eta vit lambskjøt og páskaregg, men hvat eta vit á hvítusunnu? Hvat kunnu vit tengja afturat hesi hátíð?

Ja, tað hugsaði Lindhardt, bispur í Roskilde og samskiftisráðgevin eisini djúpt og inniliga um. Niðurstøðan var, at teir skuldu fáa fólk at eta fisk á hvítusunnu. So vildu fólk minnast til dunnu, lamb og so fisk. Teir royndu av øllum alvi og gjørdu stuttligar og vældámdar lýsingar um at eta fisk á Hvítusunnu. Ja, hesin biskoppurin Lindhardt tosaði so nógv um hetta, so fólk í spølni fóru at kalla hann fyri ”fiskkoppen”. Men sannleikin er, at hava vit ikki nakað innihald í okkara siðum og vanum, so siga teir okkum onki. Verða siðirnir tómir, so hvørva teir. Tá má annað og meiri til fyri at halda slíkt á lívi.

Fyritøkur hava samskiftisráðgevarar, sum leggja lag á, so rætti boðskapurin hjá fyritøkuni kemur rætt út. Hetta skal tryggja, at fyritøkan er sonn og álítandi, og at gerðir hjá fyritøkuni samsvara við tað, sum hon sigur seg umboða. Avdúkar ein kundi, at so er ikki, so venda fólk fyritøkuni bakið.

Samskiftisráðgevin yvir allar er heilagi andin. Tað er hann, sum samskifti og enn samskiftir gleðiboðskapin til øll menniskju.

Kristi Himmalferðadag fór Jesus úr okkara rúm, tíð og staði, so heilagi andin kundi koma í staðin og binda okkum saman, upplýsa, fylla og vera íblástur.

Vit anda í samljóð við tað guddómliga. Eina ferð tóku vit fyrsta andadrátt, vit vóru inspireraði, og eina ferð fer síðsti andadráttur út aftur. Tá vit trúgva, at vit eru menniskju, sum eru guddómliga inspireraði, so biðja vit at kenna Guðs nærveru gjøgnum bønina, sum vit við hvørt suffa út sum eitt hjálp ella orða sum takksemi.

Andin er kærleiki og alt, sum ikki er av kærleika, ferst, stívnar og verður til onki. Andin er íverkseti, hann sær møguleikar, stuðlar og hjálpir. Hygg út á bøin og legg merki til páskaliljurnar og tulipanurnar, sum standa og sveiggja í lotinum í dag. Vit síggja ikki vindin, men bert hvørja ávirkan hann hevur. Somuleiðis er við andanum. Vit síggja Hann ikki, men vit vita, at hann er her og har, tí vit síggja, hvat hann ger.

Aldargomul søga, men tó nýggj. Boðskapurin er ævigt galdandi, og tí megnar heilagi andin sum samskiftisráðgevi at lurta eftir menniskjanum í miðøldini eins væl eftir menniskjanum í atomøldini ella í okkara samtíð beint nú. Vit eru dagsett og heft at rúmi og tíð, men andin sum kveikir, sannførir og lívgar er tíðarleysur.
Sagt við okkara orðum, so er Hann sum ein app, sum vit sjálva gera av, um vit taka niður ella ikki.

Hetta eru nú nøkur góð og inspirerandi orð at hugsa um, meðan eg skeri fiskaflakini til hvítusunnudag til menniskjuni, mær eru givin at vera góð við.