Skriva út

Hvat vísa áirnar okkum?

01.09.2022 Tíðindi

Í kjalarvørrinum av koronu hendi mangt, sum mann ongantíð hevði hugmyndað sær fór at henda.

Fólk fóru at rudda alt, sum hugsast kundi. Skuffur, skáp og hillar, ísar við nirðandi navni, vaniljusukurmaðurin hvarv og lakresshøvdini og Disney filmar fóru sama veg. Snjóhvíta spyr ikki spegilin longur “Hvør er vakrast í landinum”? Men nú spyr hon: ”Hvør er djarvast í landinum?”

Dvørgarnir hava nú ymiskan etniskan uppruna. Pippi sleppur ikki longur at siga tað, hon vil, og tynt verður út úr Tintin bókunum.

Standmyndir vóru koppaðar og kastaðar á bláman. Vit vóru á eini Ajax ferð, har vit skúraðu alt og øll, tí vit vildu standa lýtarleys og sum politisk røtt menniskju, men vit blivu tykkin og bangin fyri at sára hvønn annan og fóru at ganga á leistum.

Treyðugt so, okkurt gamalt verður tikið fram aftur. Heksin, sum mann áður ræddist, hana taka modernaðar kvinnur til sín í dag, tær siga seg vera heksir og fara djúpt inn í myrkan skóg til trøllakambar og klemma stórar viðarbular og rópa á fremmanda megi.

Átrúnaðurin blómar, men støðufesti er so sum so, vit leita út til Nepal ella inn í okkum sjálvi ella til numerolog, sum kann broyta mítt navn til tað betra og vit hava yvir sjeyti ymiskar kynssamleikar!

Vit vilja so fegin vera rúmsátt og royna at skilja alt og øll, men úrslitið er, at tað er vorðið sera torført at vera menniskja millum menniskju.

Tá vit so hava verið við viskileðrinum í gomlum bókum og brotið standmyndir niður og broytt hugburð og orðalag og ansa okkum eftir grýlubúnanum hjá barninum, so øll søgan hjá okkum er “tabula rasa”, so skuldi alt verið gott.....?

Vit hava funnist at orðinum synd, sum nakað gamalt og fornfrøðiligt, tí hvat skulu vit brúka syndahugtakið til? Men hóast tað, so hava vit tikið syndina úr kirkjuni og leggja sjálvi eitt syndaok á okkum í okkara ferð at gerast fullkomin, at gerast syndafrí.

“Alt ber til! Tú kanst alt! Tað tú ynskir tær, skalt tú hava, tí tú livir bert eina ferð!”, broytist til í dag til: “Vís fyrilit! Størri er at hava tamarhald á sjálvum sær enn geva eftir fyri eirindarleysari havisjúku ella tráan! “

Og soleiðis broyta tíðir og rák okkum og okkara hugsan.

Ikki bara menniskju eru ørkymlaði, men tað er náttúran eisini. Ovurhiti og kuldi, regn og áarføri í mongdum og stigum, sum ikki er vanligt. Og vit undrast og fáa at vita, at skuldin er okkara, tí vit hava dálkað og tí mugu vit taka annað skinn um bak.

Og hóast vit hava roynt at revidera okkara søgu og nullstillað alt, so hendir tað løgna og undrunnarsama, at ovurstóru turkurin fær alt vatnið at fjarða úr áunum. Har sum fólk hava gingið romantiskar túrar fram við áarbakkum og børn hava spælt og ferjur hava siglt fólk aftur og fram, har steðgar nú alt upp, tí vatnið er burtur og vit síggja, hvat áirnar hava fjalt í hundraðvís av árum, nevniliga sokkin herskip og mannabein!

Og vit sanna, at tað sum var, tað er enn, tí enn hava vit herskip og enn fjala áir brotsverk, sum onki Feng Sui rák fær burtur.

Menniskjan er “simul justus et peccator”, hon er rættvís og syndari í senn. Alt er ein vigan aftur og fram og ultimativa rættvísið og jarðiska paradísið náa vit ikki, tí stríðið móti kaosmegini varir alt foldarlívið.

Og prædikarin segði at “onki nýtt er undir sólini”!