Skriva út

Hvat verður verandi?

11.08.2025 Tíðindi
Armgard

Tað er ein løgin tíð vit liva í. 

Tað er ein spennandi tíð vit liva í.

Tað er ein ræðandi tíð vit liva í, men liva skulu vit.

Onki er sum tað hevur verið, men kanska hevur tað altíð verið so?

Vit hava livað trygt og gott í okkara vælferðalondum. Kríggj var eitt antikverað orð og skotvápn, ja, var tað ikki slíkt sum mann sá á Skansaum ella í onkrum krígssavni. Men við eitt so síggja vit í øllum miðlum kríggj og bumbur og “sterkar” menn, sum taka ræðandi avgerðir vegna okkum øll og bara nøvnini á teimum og londum og býum fær børn í Føroyum at óttast.

Hvør yrkir vakrar sangir ella orð, sum kunnu seta alt onkursvegna í relief ella kyrra okkum? Ella eru vit so fylt av okkum sjálvum, so vit eru við at klíggja? 

Vit hava sett eitt evstamark á okkum og okkara tíð, so alt verður speedað upp. Enntá stjørnufrøðingar siga okkum, at alt snarar skjótari, so heil sekund hvørva. Og Guð, hvør er Hann? Eri vit ikki gud í okkara egna lívi, tí  eg ræði mær sjálvari og royni av øllum mátti at sæta mær, tí eg eri jú mín egni hægsti myndugleiki. Tað liggur í okkara nátúr ikki at kenna sær hógv, so vit koyra bara á, men tá vit onkusvegna hava fingið tað, sum okkum lystir, so hendir okkurt. Alsamt fleiri kenna ein tómleika, hvat nú, var hetta tað? Og við eitt so verður Guð drigin meiri og meiri inn á pallin hjá okkum menniskjum. Vit eru við at sokna og drukna í oysandi regni og brennandi skógum, so onkur má ábyrgdast og hjálpa okkum. Undirlendið hvørvur. Hvar skulu vit fara? Fleiri eru farin í kirkju og tosað verður um kristin virðir, sum eru gloymd, men sum vit mugu leita fram aftur. Kend og ókend fólk siga frá teirri trúgv, sum man helt var ein saga blot. Vit hjúkla og ansa eftir okkara likami, hvat tað ger og kann, hvussu nógv tað orkar og tól siga okkum, hvussu vit sova og hvussu hjartað slær, men sálin?

Hvat passar og ikki? Hvat kann eg líta á? Myndir, tíðindi og orð annars, alt kann vera ósannindi og lygn. Vit verða drigin uppá tráð og hvør vil vera hildin fyri gjøldur? Og mann fer at hugsa um at “í byrjanini var Orðið og Orðið var Guð”, tað stendur so rimmar fast.

Vit kenna sálmaskøld, trúarkappar, kirkjumenn, sum hava tikið brókatøk við sjálvt lívið og hava yrkt og tosað, so fólk enn minnast orðini og kenna søguna handan orðini. 

Men í dag stendur menniskjum í boði at brúka AI, vitlíki, sum býr eitt klikk frá tær. Vitlíki kann vera hentur og dugir almikið, men vandi er í hvørjari vælferð. Tí ikki er neyðugt longur at brúka tímar og dagar uppá ein tekst, røðu ella prædiku.

Har Heilagi Andin upplýsti, vegleiddi og inspireraði, so kunnu prestar í dag bara spyrja Vitlíka. Eitt klikk og “hvat skal eg siga í dag triðja sunnudag eftir trinitatis”? “Hvat vilja fólk hoyra”? “Hvussu siga eg frá næstrakærleika”? Og so ganga nøkur sekund, so hevur prestur fingið sín tekst. So prædikan í Ribe kann vera átøk henni í Klaksvík. Hvar er tá fríða og frælsa orðið farið, hava vit ikki tá tikið prædikustólin niður og siga við menniskjuna “vit eiga ongi orð at geva tær”?

Tað eru ikki bara vit menniskju, sum kenna, at alt broytist, at jørðin er steikjandi heit onkrastaðni og plaskvát aðra staðni, nei tað gera plantur her í Føroyum eisini.

Nakrar plantur fáa ikki anda og liva, har tær eru, so tær krúpa alt longri og longri upp í hæddirnar, so tær kunnu draga andan og blóma.

Somuleiðis gera alt fleiri menniskju, nú tey kaga upp í himmalin og spyrja “ halló, er nakar har ?”