Skriva út
Hvar eru kvinnurnar?
19.04.2011 Tíðindi

Í dymbildagavikuni eru vit vitni til tað drama, ið loksins endaði á Golgata, tá Jesus varð krossfestur. Tó, so eigur deyðin ikki seinasta orðið, tí páskamorgun minnir á, at Jesus reis upp av deyða og grøv sum sigursharri.
Tað er Jesu deyða og uppreisn hin kristna kirkjan prædikar. Lívsmót og lív á jørð, og ævigt lív handan deyða og grøv í Guds ríki.
Tað vóru kvinnur, ið vóru fyrstu vitni um Jesu uppreisn. Soleiðis var byrjanin, og síðani tann dag hava kvinnur prædikað og vitnað um Jesus. At kirkjusøgan hevur skrivað sína søgu nakað øðrvísi vikar ikki veruleikan, at kvinnurnar páskamorgun bera boð um Jesu uppreisn.
¤ ¤ ¤
Fekk spurningin í sambandi við verkætlanina ungNT. Ein felagskirkjulig nevnd er skipað til tess at lata úr hondum eina endurfrásøgn av NT. Í nevndini, varð upplýst, sótu einans menn. Fekk spurningin : “Hvar eru kvinnurnar?”
Biskupur hevur vegna Fólkakirkjuna valt eitt umboð í ungNT grunnin. Umboð okkara er Bergur Debes Joensen, sóknarprestur. Biskupur hevur valt Berg og hevur fult álit á, at hann greiðir sína uppgávu til lítar.
Vit hava havt eina Bíbliunevnd, har Bergur var formaður og ein kvinnuligur prestur næstformaður. Síðan Fólkakirkjan gjørdist føroyskt málsøki, hevur nevndin ligið óvirkin. Tað var ein virkin og vælvirkandi nevnd.
Soleiðis sæð var valið av Bergi einfalt og upplagt. Hann hevur umboðað fólkakirkjuna á hesum øki, skipað fyri og lagt til rættis at vit t.d. hava eina føroyska Bíbliulesiætlan fyri kirkjuárið 2010/11.
Tá ungNT nevndin endaliga varð skipað, og fólk úr kirkjum / samkomum og kirkjuligum felagsskapum vórðu vald, varð sagt, at bara mannlig umboð vóru í nevndini. Men tað er ikki allur sannleikin. Ein kvinna – Elsa í Skorini – hevði júst játtað at vera við, tá ið ungNT-verkætlanin varð almannakunngjørd. Hetta var ikki upplýst fyrr enn eftir fundin.
Satt er tað, at vit eiga fleiri dugnaligar kvinnur við málsligum dygdum og hegni.
Tað liggur frá Fólkakirkjunnar síðu ikki nøkur fjald kynspolitisk dagsskrá aftan fyri tað høga talið av monnum.
Av hesum eiga vit sum ein fólkaræðisliga skipað kirkja at læra, at vit til nevndarsessir og umboðan altíð útpeikað bæði kynini, kvinnur og menn.
¤ ¤ ¤
Í sambandi við kvinnudagin í 2010 høvdu vit á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni áhugaverdar upplýsingar um støðuna hjá kvinnuni í Fólkakirkjuni. Greinin var løgd út 7. mars 2010 og kann lesast á heimasíðuni.
Yvirlit yvir lutfallið millum kvinnur og menn í størvum, ráðum og tænastum í fólkakirkjuni.
Prestar
19 menn = 79%
5 kvinnur = 21%
Skrivstovan hjá dómprósti og biskupi
2 menn = 50%
2 kvinnur = 50%
Føroya Stiftsstjórn
2 menn = 67%
1 kvinna = 33%
Próstadømisráðið
3 menn = 60%
2 kvinnur = 40%
Felagið fyri Kirkjuráðslimir
3 menn = 43%
4 Kvinnur = 57% (forkvinna)
Deknur (7 av 14 prestagjøldum við í uppgerðini)
47 menn = 53%
42 kvinnur = 47%
Urguleikari (7 av 14 prestagjøldum við í uppgerðini)
38 menn = 83%
8 kvinnur = 17%
Klokkari (7 av 14 prestagjøldum við í uppgerðini)
76 menn = 99% (7 av 14 prestagjøldum við í uppgerðini)
1 kvinna = 1%
Føroyska Sjómanskirkjan
3 menn = 75
1 kvinna = 25% (forkvinna)
Síðani yvirlitið á fyrsta sinni varð kunngjørt, hava fleiri kvinnur gjørt vart við, at tær gera tænastu sum klokkara. So vit eru væl ávegis mót málinum, at bæði kynini starva og gera tænastu á jøvnum føti.
JF.
Onnur tíðindi