Skriva út

Hvalvíksprestur

17.11.2010 Tíðindi
Hvalvíksprestur


Í 2011 hevur Henning Bøgesvang røkt kallið sum sóknarprestur í Norðstreymoy við sæti í Hvalvík. Í februar verða trý ár síðani Bøgesvang kom heimaftur eftir tænastu sum sjómansprestur í Gøteborg í Svøríki. Hann var sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi í umleið tvey tey fyrru av hesum trimum árunum. Vit eru takksom fyri hesa tænastuna. Tað gav ró og røkt, ikki minst tá alt var fyribils.

Hin 1. januar 2011 tekur eftir ætlan ungur maður við kallinum sum sóknarprestur í Hvalvík. Kirkjuráðini hava innstillað Bergtór Hjelm Bjarkhamar til embætið. Bergtórur er ættaður úr Vági og hevur lisið gudfrøði við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn. Í løtuni er hann á Pastoralseminariiunum í Århus, ið myndar lesturin til praktiska nýtslu í kirkjuni.

Kirkjuráðini innstilla prest til kallið. Tað er landsstýriskvinnan í mentamálum, ið setir prestin í starv og hevur tað seinasta orðið í málsviðgerðini.

JF.