Húsakórið konsert í Samuelskirkjuni

Týsdagin 2. desember klokkan 20 hevur Húsakórið konsert í Samuelskirkjuni. Talan er um eina jólakonsert, har ið kórið ferð at syngja ymiskar jólasangir bæði á føroyskum og øðrum málum. Tað kostar 40 krónur at koma til konsertina.
Tað hevur verið føroyskt kór í Keypmannahavn frá áðrenn seinna heimsbardaga. Talan hevur mest verið um kór, mannað av føroyingum, sum hava verið niðri í lestrarørindum. Núverandi kórið varð stovnað í umleið 1970 og fekk navnið Húsakórið vegna sambandið við Føroyahúsið. Ígjøgnum tíðina hevur Húsakórið havt fleiri dirigentar. Christian Wahl, Marianne Clausen, Sunleif Rasmussen og Tórður á Brúnni, sum er dirigentur í dag, eftir at hann tók við í september 2001.
Húsakórið er eitt kór fyri føroyingar og fólki við serligum tilknýti til og/ella sambandi við Føroyar. Kórið hevur 36 limir og hevur eitt ríkt úrval av sangum, men leggur tó vektina á føroyskan og norðurlendskan kórsang, vísur og sálmar. Kórið kemur vanligt umkring í Danmark, fyri at hava konsertir. Her er bæði talan um føroysk og donsk tiltøk. Tað er ein føst traditión, at Húsakórið luttekur til føroysku jólagudstænastuna í Samuelskirkjuni annan jóladag. Henda traditiónin verður førd víðari í ár, tá ið føroysk jólagudstænasta verður 26. desember klokkan 14.
Í desember 2006 gav Húsakórið fløgu út við føroyskum og útlendskum kórsangum. Hetta var fyrsta útgavan hjá kórinum. Heitið á fløguni er "Sólarmessa" og kann keypast, tá ið kórið hevur konsertir umkring ella við at skriva ein teldupost á nevndin@husakorid.dk.
Áðrenn luttøkuna av Húsakórinum annan jóladag í Samuelskirkjuni hevur kórið so jólakonsert í Samuelskirkjuni, sum liggur á Thorsgade 65 á Nørrebro. Konsertin verður 2. desember og byrjar klokkan 20. Tað kostar 40 krónur at koma til konsertina. Øll eru hjartaliga vælkomin.