Skriva út
Hugtikin av liturgi
27.08.2010 Tíðindi

Júst nú er arbeiði í gongd við at gera nýggja messu- og altarbók og nýggja ritualbók til føroysku kirkjuna. Emil Olsen er við í nevndini, sum arbeiðir við hesum.
Emil er sjálvur sera áhugaður í liturgi og messar til sínar gudstænastur. Hann er fegin um arbeiði í nevndini og metir tað vera týdningarmikið fyri kirkjuna.
- Við hesum bókunum fáa vit eina liturgi sum hóskar til føroysku kirkjuna. Íblástur er fingin úr Danmark fyrst og fremst, men eisini úr øðrum londum. Nýggju bøkurnar verða ein vegleiðing til prestar og onnur og kunnu eisini virkað sum lærubøkur í einari føroyskari gudstænastu. Nakrar broytingar verða møguliga gjørdar, og málið verður meira nútíðar hóskandi uttan at missa sín hátíðarliga dám. Orð og vendingar, sum eru ov gamlar, verða broyttar. Til dømis verður í dag sagt "Vær biðjum". Tað verður møguliga broytt til "Vit biðja", men endalig avgerð er ikki tikin enn.
Nýggju bøkurnar fara eisini at lýsa, hvussu ein barna- ella ungdómsgudstænasta kann fara fram í hámessutíð. Eisini verður møguleiki fyri, at leikfólkið verður meira aktivt við at lesa til dømis epistulin og at vera við í kirkjubønini.
- Vit hava ongantíð havt eina fullfíggjaða messu- og altarbók ella ritualbók fyrr. Tað er tí tiltrongt, sigur Emil, sum væntar at bøkurnar koma út í seinasta lagi um tvey ár.
Spurdur um, hví hann messar, svarar Emil:
- Tað at messa kemur frá gamlari tíð. Jødarnir messaðu, og tað verður eisini hildið, at Jesus messaði í synagoguni. Hesin siður at messa, helt fram í kristnu kirkjuni. Hildið verður, at tað upprunaliga varð gjørt, fyri at fólkið skuldi hoyra betur tað, ið sagt varð. Syngjandi tónin bar betur út í rúmið, um talan var um stórar bygningar. Í nýggjari tíð verður eisini hildið fram at messa. Tað eru í hvussu so er nøkur, sum halda, at tað er ein vakur og hátíðarligur partur av gudstænastuni, sigur Emil, ið sjálvur longu sum smádrongur var bergtikin av at hoyra prestar og kirkjulið messa.
– Tað hugsa fólk ikki altíð um, men tað er ikki bara presturin, sum messar, tí tá kirkjuliðið svarar, messar tað eisini, sigur Emil.
- Eg visti longu sum smádrongur, at eg vildi vera prestur. Eg plagdi at fara upp sunnumorgun og lurta eftir gudstænastum í útvarpinum frá 9 til 11. Eg hoyrdi bæði tað íslendsku, tað norsku og tað donsku gudstænastuna, og eg varð serliga bergtikin, tá ið tey messaðu, sigur Emil.
Men er tað ikki torført at messa?
- Nei, tú skalt sjálvandi hava eina rødd, men annars er tað ikki so torført. Eg spæli einki ljóðføri og dugi ikki at lesa nótar, so tað krevst ikki, at tú ert serliga dugnaligur tónleikaliga fyri at kunna messa, sigur Emil Olsen smílandi at enda.
Orð & mynd: Heini Kristiansen
Onnur tíðindi