Skriva út
Hugnaløta í Christianskirkjuni
05.11.2009 Tíðindi

Fríggjadagin tann 6 novembur kl.16.00 verður aftur hugnaløta í kirkjukjallarnum í Christianskirkjuni. Tað verður Torleif Johannesen sjómanstrúboðari, ið kemur at greiða frá arbeiði sínum. Hann kemur eisini at vísa ein film frá sjólívinum, hvussu arbeitt verður umborð á einum fiskiskipi.Tað er eisini møguligt at geva eina peninga gávu til jólapakkar til sjófólkið.Ein góður drekkamunnur verða eisini at fáa. Legg til merkis at tíðspunkti er broytt til kl.16.00 vegna jarðarferð.Øll eru vælkomin.
Onnur tíðindi