Skriva út
Hugnaløta í Christianskirkjuni
27.08.2009 Tíðindi

Nú er tíðin komin, til at byrjað verður aftur við hugnaløtu i kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni. Hetta tilltak hevur havt sera góða undirtøku, og vóna vit tað sama nú. Leggið til merkis: Tíðspunktið er flutt til fyrsta fríggjadag í hvørjum mánaði. Grundin er tann, at mánadag er í so nógv á skránni, at hildið var, at betur var at hava hana fríggjadag, frá kl.15 til umleið kl.17, so vit fara at royna tað. Vit leggja fyri, fríggjadagin, hin, 4. september, kl.15.00, har Jákup Reinert Hansen, prestur, fer at greiða frá um Jákup Dahl, próst, og føroyskt kirkjumál. Jákup hevur skrivað eina Phd. ritgerð um Jákup Dahl; so tað verður áhugavert at hoyra hann greiða frá um henda merkismann, ið hevur havt so stóran týdning fyri føroyskt kirkjulív og kirkjumál. Annað, sum verður á skránni, er, at vit syngja nakrar sálmar og fáa ein góðan drekkamunn. Øll eru hjartaliga vælkomin, fríggjadagin, hin, 4 september, kl.15.00
Hanus á Gørðum, prestur.
Onnur tíðindi