Skriva út

HUGNALIG MATINÉ LEYGARDAGIN Í CHRISTIANSKIRKJUNI

17.06.2021 Tíðindi

Leygardagin 19. juni kl. 11.30 - og tað er komandi leygardag, verður hugnalig Matinè i Christianskirkjuni. Strúkarabólkurin Arcodrós spælir klassiskan tónleik eftir J.S. Bach.

Og nýggjan tónleik eftir Simonu Eivinnsdóttir. Osla Berg Johansen og Eva Jacobsen spæla tónleik av Bach og Händel á Cembalo. Laila Nielsen á blokfloytu og Jóhanna Johannessen spæla tónleik av Händel og sálmalag, sum Laila hevur útsett fyri blokkfloytu og orgul.

Aftaná matinéina er ein drekkamunnur í kirkjukjallaranum.