Skriva út

Hugleiðingar um allahalguna

01.11.2010 Tíðindi
Hugleiðingar um allahalguna


Allahalganna dagur var sum minningardagur teirra halgimenni, ið ikki annars høvdu sín serliga minningardag, ásettur av pávanum Bonifacus 4. at vera tann 1. november. Hetta var umleið ár 610. Í 998 ásetti Gregor 5. pávi dagin eftir, annan november, at vera allasálannadag til minnis um øll hini, ið farin vóru, men ikki vóru skírd halgimenni. Í Føroyum hevur allahalgannadagur ein serligan status sum minningardagur teirra, sjólátnu

Edvard Joensen

Allahalgannadagur hevur sín uppruna í fornkirkjuni og varð settur til minnis um tey halgimenni, sum ikki frammanundan høvdu fingið egnan minningardag. Í dag verður allahalgannadagur nógvastaðni ikki hildin sum serligur halgidagur, uttan kanska í Føroyum, her hann hevur fingið sín serliga dám sum minningardagur teirra sjólátnu. Og tó verður gjørt væl burtur úr degnum í fleiri londum kortini. Men meira verðsligt og peningaávirkað er hetta hald, sum á amerikanskum verður nevnt Halloween.
Í USA verður dagurin nevndur All-Saints ella All-Hallows Day (Eve). Hetta seinna er so í fólkamunni vorðið samansett til Halloween, sum er vorðin eitt fyribrigdi, har tað ræður um at spjaða so nógvan óhugna, og helst vera so spøkilsiskendur og óhugnaligur sum gjørligt.
Eisini børnini eru partur av hesum haldi og ganga, eins og børn á okkara leiðum á føstulávint, hús úr húsi við posa at biðja góðgæti, og hvat nú fáast kann, uppí.
Sum so mangir aðrir siðir og skikkir er hesin allahalgannasiður við at breiða seg úr USA. Hetta, sum nevnt verður Halloween, er ein siður, sum tikin er upp ymsastaðni í Europa. Roynt hevur verið at innføra siðin eisini í Føroyum, men her verður av nógvum mælt frá. Serliga eru tað kirkjufólk, sum ikki eru so fegin um hesa fremmandu grýluveitslu, sum summi vilja leggja um allahalguna.
Hóast talan er um eina kirkjuliga markering, kanska serliga í Anglikansku kirkjuni, tykist hetta fyribrigdið hava vunnið seg fram eisini um okkara leiðir. Tó er líkt til, at tað serliga eru handilsáhugamál, sum liggja aftanfyri. Eitt nú hava leikahandlar gjørt nógv burtur úr at marknaðarføra Halloween. Hetta við at ganga ílatin ymsar okkultar búnar, við eini grasker lykt í hondini ella okkurt sovorðið. Fólk halda tað ivaleyst vera stuttligt og taka hetta sum eitt høvi til enn eina veitslu. Tey flestu hava neyvan minsta gruna um, hvat talan í veruleikanum er um.
Tó hava vit hoyrt beinleiðis mótmæli, serliga frá ávísum prestum, her um okkara leiðir.
Vit føroyingar hava í ein mansaldur havt ein serligan og vakran sið knýttan at allahalgannadegi, har vit minnast okkara “falnu”. Eisini er í nógvum kirkjum tann siður allahalganna sunnudag, at minnast øll tey, sum farin eru í sóknini síðan seinastu allahalgannu.
Tað er ikki gomul føroysk siðvenja at blanda slíkt saman. Vit eru von at goyma minni teirra, ið farin eru, virðiliga. So eingin grund skuldi verið, at blanda eina grýluveitslu saman við slíkum minningarhaldi.
Grýla kunnu tey, ið hava hug til tess, vera á føstulávint.