Skriva út

Hugaligt og hugnaligt í Nólsoy

05.12.2011 Tíðindi
Hugaligt og hugnaligt í Nólsoy

Í hesum døgum eru nógv tiltøk á skránni, nú vit eru komin út í adventina. Jólatrø verða tendrað og nógv sang- og tónleikatiltøk eru á skránni. Í kirkjunum verður kirkjuárið sungið inn, og sangur og tónleikur seta eisini sín góða dám á gudstænasturnar.

Í gjár var ein hugnaligur seinnapartur í Nólsoyar bygd. Jólatræið varð tendrað. Prestur og fyrstilærarin hildu talur og Havnar Hornorkestur spældi vøkur jólaløg. Væl av fólki var komið saman í Geilini, har vakra jólatræið stendur. Børnini bíðaðu spent eftir jólamanninum, sum løtu seinni kom koyrandi við brandbilinum. Og jólamaðurin var blíður sum altíð, og bjóðaði øllum góðar enskar karamellur. Eftir hugnaligu løtuna, varð farið í Avhaldshúsið. Har var borðreitt við nýbakaðum bollum og kakao. Hetta kom væl við so fólk fingu hita aftur í kroppin í vakra kavaveðrinum.

Stutt eftir at jólatræið varð tendrað, var sangløta í kirkjuni – kirkjuárið og jólini vórðu sungin inn. Framúr góður kirkjusangur við fullsettari kirkju. Skúlabørnini sungu nakrar sangir – vakurt og rørandi. Evangeliið til høgtíðirnar í kirkjuárinum varð lisið, og urguleikarin spældi tvey vøkur løg, sum hóskaðu til løtuna, og prestur bað frá altarinum og lýsti signingina.

Eftir gudstænastuna vóru øll boðin niðan í missiónshúsið til ein góðan drekkamunn, har væl av fólki var komið saman.

Av sonnum ein góður seinnapartur og gott kvøld henda 2. sunnudag í advent.

Tað er hugaligt hjá fólki at hittast eina løtu sum hesa. At steðga á og at geva sær stundir at vera saman.

un