Skriva út

Húðhungur

17.10.2019 Tíðindi

Barndómurin er ikki, hvat hann hevur verið. Ymiskt er, hvussu børn hava havt tað gjøgnum tíðirnar. Ein var tíðin, tá tey skuldu síggjast, men ikki hoyrast. Í aðrari tíð vóru tey virðismikil arbeiðsmegi í húsarhaldinum. Í dag øtast vit og mótmæla, tá vit fáa at vita, at fyritøkur brúka børn í framleiðsluni. Í dag halda flest okkara, at børn skulu verjast, tað eru rættindi hjá øllum børnum at hava góð barnaár. Hús og heim og álítandi vaksin, skúla og vaccinatiónir og nógvan kærleika og umsorgan. Langt er frá tíðini, tá vit nevndu børnini óvitar, tí tey hava ofta nógv vit og eru djúphugsin.

Onkur heldur, at vit hava stytt barndómsárini, tikið tey onkursvegna frá teimum og latið børnini ganga ov nógv fyri vág og vind.  Hava tikið teirra hugaheim, teirra ævintýrheim frá teimum og gjørt tey til skilagóð, lítil vaksin menniskju.  Vit seta alt og øll í system.

Men veruleikin í dag er, at dýrt  er at vera menniskja og tann vaksni er leingi úti frá heiminum og tí tjakast og samráðast vit við barnið, hvussu dagurin skal vera, so alt gongur á besta hátt.

Skiftið at fara í skúla sjey ára gamal til skiftið, tá mann so varð vaksin, var eitt lop. Prestins hond á høvdið, og so kundi tann ungi fara út í heimin og vinna sær til dagin og vegin. Óhugsandi í dag, har tann ungi er leingi heima og nógv ár í skúla, so atgongdin til annan lesnað og arbeiði letist upp.

Ofta hoyrir mann eldri ættarlið suffa og ynskja seg aftur til, tá tey vóru ung og alt var meiri einfalt og trygt. Stúrsi ofta yvir slíkt tos, tí sjálv so haldi eg, at við árum og aldrinum kemur alt størri lívsgóðska.

Tann ungi er ofta offur fyri happing frá vaksnum, at tey eru dovin, brúka munn, sýna ongan virðing fyri nøkrum, onki takksom o.s.fr. Soleiðis hevur altíð verið. Vit hava enntá nøkur orð frá Sokrates, sum sigur fyri 2400 árum síðani :

”Tey ungu í dag elska marglæti, tey hava vánaligan atburð, hava onga virðing fyri teimum gomlu. Tey vera sitandi, tá ein vaksin kemur innar, tey svara foreldrunum aftur, krossa beinini og terrorisera teirra lærarar.”

Onkur sigur, at tað vaksna ættarliðið er øvundsjúkt inn á tað unga. Framtíðin liggur hjá tí unga, møguleikar og avbjóðingar í hópatali, meðan tann tilkomni má koma til sættis við livað lív og gerðir.

Tað tilkomna ættarliðið kennir til fulnar tyngdilógina, alt hongur, og nógvir tímar skulu brúkast í trissum og rennibondum, um forfallið ikki skal taka yvir. Cremini, sum kvinnur keypa seg fátækar í, eita  ”anti age”, so onki við at góðtaka aldur ella kenna takksemi, men mann fer í hernað móti aldrinum.

Men gott er, at hava ung menniskju at minna seg á, hvussu nógv lívið hevur givið og hvussu týdningarmikið tað er at vera góð við tann unga og stuðla og hjálpa, har mann kann. Súr og tvitin tilkomin tíma ongin at flættast við og endin verður, at fólk sita einsamøll og sakna at hava onkran at nema við ella at onkur strýkur einum um ennið.

Hesin longsul kallast húðhungur og hetta fyribrigdið vindur alt meiri uppá seg. Menniskju og ættarliðini liva hvør sítt lív og tí kemur einsemi og vána lív.

Nú frættist, at ættarliðini samskipa seg í húsum, so hvør familja býr í egnari hædd. Tá tey eldru ikki knógva longur, so fara tey í niðaru hæddina og unga familjan tekur yvir ovaru hæddina.

Fín loysn og fín mynd av sjálvum lívinum…