Skriva út

”Hon forbarmi tú seg!”

08.12.2017 Tíðindi

Eitt eru ”fake news”, hetta nýggja fyribrigdi, sum merkir, at vit góðvarnu menniskju fáa nakað at vita, sum eftir nøkrum døgum verður avsannað. Talan var um ”fake news”, tíðindini vóru ikki sonn.

Tað, sum var, er ikki longur so. Alt ber til við tøknini í dag og tíðindi berast skjótt runt allan heimin. So varða teg, menniskja, at tú ikki verður drigin uppá tráð og hildin fyri gjøldur!

Seinastu tíðina hevur verið at hoyrt, hvussu Svøríki ruddar út í bókmentum hjá børnum. Pippi Smokkuleggur er ikki borðbar, Tintin er politiskt ókorrektur, so hesar og aðrar við skulu ikki lesast longur. Ikki er loyvt at siga indianari, tí tað er nirðandi, heldur skalt tú siga ”bólkurin Apache” ella ”bólkurin Sioux”. Cowboy ella kúrekil kann mann eisini siga, tí tað er eitt yrki.

Vit fegnast øll um at búgva í einum smørholi, har vit javnt og savnt gáa um, hvat vit siga og gera og ansa okkum og fara væl við øllum menniskjum og vísa fyrilit. Eg eri í heiminum, so tú kanst hava tað gott, og tú ert í heiminum, so eg kann hava tað gott, og soleiðis hava vit lívið hjá hvørjum øðrum í okkara hondum. Og soleiðis royna vit at pjøssa uppá okkara dag og lív.

Søgan er okkara, og vit standa á herðunum á okkara forfedrum. Okkurt taka vit við okkum, annað velja vit frá, men vit kunnu ikki viska søguna burtur og sýta komandi ættarliði at lesa farnar bókmentir. Søgan skal jú læra okkum nakað og menna okkum, so vit vónandi gerast enn betri demokratisk menniskju. At brenna list og bøkur og sýta menniskjum teirra frælsi at meta um sjálvi? Ja, hvør ynskir slíkar tíðir aftur?

Vit eru eisini bangin fyri at gera okkum inn á kynsfrælsið hjá hvørjum øðrum. Vit ansa okkum ikki at gera mun á kynunum og í staðin fyri at síggja margfeldni kynanna millum, so fara vit heilt øvugtan veg og siga ikki hon ella hann, men hen. Í Svøríki eru barnagarðar, sum eru kynsneutralir, so drongur og genta ikki eru til longur, men orðið ella fyribrigdi ”hen” dagar undan.

Fyri nøkrum døgum síðani bórust so tíðindini, at samtykt var í Uppsala, at nú var Guð hvørki hon ella hann, men hen. Og øll ruku út á allar miðlar og pallar at skriva. Onkur flenti, men flest øtaðust ”at nú var illa statt!”.
Men halló altso, tað vóru fake news! Sagt varð, at tað passaði ikki, at Guð brádliga var eitt hen, men tó, okkurt var nú satt. Ynskiligt var, at maskulin orð, sum Harri, faðir og sonur ikki høvdu yvirvág, so nú hava prestar tríggjar møguleikar í at velja, so prestur kynsliga hevur sín rygg frían og ikki ger seg sekan í nakrari kynsfascismu.

Hvat skal mann siga og halda? At dragsa Guð inn í okkara kynsbardaga er næstan komiskt ella grátuligt. Vit eru fødd við okkara kyni, tí okkum er givið at skapa mannabørn og vera til gleði hvør hjá øðrum. Men at risastóra megin ella mátturin, sum hevur alt í síni hond, skal vera avmarkaður av okkara kynsstríði, er langt úti. Henda risastóra kærleiksmegin, upphavið, sum lat seg føða av kvinnu, sum lítið dreingjabarn, ið vaks seg til mann og fullførdi tað frælsisstríðið, sum honum var álagt, hann letur seg ikki avmarka av okkum menniskjum, sum bert hava útsýni fram til okkara egna nasasnipp og síggja alt í brotum.

Vit royna, hvør í sínum lagi, at finna okkum tann vegin anno 2017, sum vit halda vera bestan og gloyma, at aftanfyri allar okkara royndir og hugsanir er hann í okkara andadrátti og bert ein hjartasláttur burtur.
Fyri at vera eitt rættiligt barn av okkara tíð, so má eg siga:

”Hen náði tú meg!”