Skriva út

Hon er 37 ár

12.07.2012 Tíðindi
Hon er 37 ár

Í Vesturbýnum stendur ein avbera vøkur kirkja. Hon er ásýnilig í sínum sjáldsama sniði, og vit eru vorðin góð við kirkjuna, ið varð vígd í 1975.

Tað var nakað nýtt, eitt slag av nýhugsan, tá Vesturkirkjan varð bygd. Havnar kirkja er eyðvitað tignarlig, men gott var tað, at vit í sjeytiárunum fingu ein nýggjan bygning, ið ikki var avrit av gomlu kirkjuni í Havn.

Møguleikin at virka í skipinum og innari í kór var ein annar. Ljóst og rúmligt. Fólk vóru fegin, og meg minnist, at kirkjan varð nýtt sum karmur um stór møtir í sjey- og áttatiárunum. Nógv kór hava vitjað, og tónleikaløturnar hava verið gevandi og ríkar. Kirkjufólkið og mentanin í høvuðsstaðnum fekk við Vesturkirkjuni ein nýggjan møguleika.

Framvegis eru vit fegin og væl nøgd. Tað er eisini ein fragd at koma til gudstænastu í Vesturkirkjuni. Bæði prestar og tænarar gera sítt allar ítasta til tess, at vit skulu kenna okkum vælkomin í kirkju. Hetta er vert at nevna, rós vert. Tað er gott, at vit hoyra góðar prædikar, hoyra góðan tónleik og syngja vakrar sálmar. Men so mikið betur er løtan í halgidóminum, um vit kenna okkum væl og heima.

Kirkjuráðið - eins og undanfarin kirkjuráð - heldur kirkjuna í góðum standi. Økið rundan um kirkjuna er vakurt. Standmyndin av Sigmundi, løkurin, tjørnin og tað grøna lendið.

Tá vit í dag koma inn á økið, síggja vit byggipallar runt kirkjuna. Veður, vindur og tíðarinnar tonn. Múrurin var viðtikin og ikki í nóg góðum standi. Kirkjuráðið tók avgerðina, at kirkjan skal umvælast og koma aftur til sín vakurleika.

Alt tað leysa tilfarið verður bankað uttanav múrinum, allar flatur verða sandblástar, reinsaðar og málaðar. Stálvindeyguni og træverkið verður málað.

Sjálvt um arbeiðið er umfatandi, so er kirkjan opin. Serlig atlit eru tikin at trygdini, so fólk og vitjandi eru vard.

Hugaligt at ganga framvið kirkjuni og síggja, at halgidómurin er í góðum hondum.

Sí fleiri myndir

Orð : JF
Myndir : ANH