Skriva út

Hjálparprestur til Nes prestagjald

05.11.2025 Tíðindi
Dsc00207.jpg

Søkt verður eftir hjálparpresti til próstin. Hjálparpresturin verður virkandi sóknarprestur í Nes prestagjaldi. Kirkjusóknirnar eru tvær: Nes og Gøtu kirkjusókn.

Talan er um tíðaravmarkað fulltíðarstarv í tíðarskeiðnum 1. desember 2025 – 31. mai 2027.

Høvuðsuppgávur
Yvirskipað er uppgávan tvídeild:

- at vera hjálparprestur hjá próstinum og virkandi sóknarprestur.
- at halda gudstænastur í kirkjusóknunum í landinum, ið eru undir 400 fólk.

Innihaldsliga umfatar kallið

  • at boða Guðs orð, halda gudstænastur og útinna sakramentini.
  • útinna tær kirkjuligu tænasturnar.
  • í samvinnu við próst vera til tænastu í fólkakirkjuni.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.

Staðin biskupspróvtøka er ein fortreyt fyri at umsóknin verður viðgjørd. 

Løn- og setanarviðurskifti
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Prestafelag, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1 – 36,1

Eingin tænastubústaður er til embætið.

Umsóknarfreist
Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO 100 Tórshavn, ella til umsokn@folkakirkjan.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. november 2025 kl. 12.00.

Kirkjuráðini innstilla prestin, og biskupur er setanarmyndugleiki. 

Fyrispurningar um starvið kunnu setast Jógvani Fríðrikssyni, biskupi, t-postur jf@kirkjan.fo