Skriva út

Hjálparprest til Nes prestagjald

19.08.2025 Tíðindi
nes4.jpg

Søkt verður eftir hjálparpresti til próstin. Hjálparpresturin verður virkandi sóknarprestur í Nes prestagjaldi. Kallið verður ætlandi sett 1. september 2025 ella so skjótt til ber.

Talan er um eitt fulltíðarstarv í tríggjar mánaðir. Eingin tænastubústaður er til embætið. Kirkjuráðini innstilla prestin, og biskupur er setanarmyndugleiki. 

Kirkjusóknirnar eru tvær: Nes og Gøtu kirkjusókn.

Royndarverkætlan
Talan er um eina framhaldandi royndarverkætlan, har hjálparpresturin í Nes prestagjaldi í samráð við  staðbundnu sóknarprestarnar í landinum heldur gudstænastur í kirkjusóknum, ið eru minni enn 400 fólk. 

Yvirskipað er uppgávan tvídeild
   A: Hjálparprestur hjá próstinum og virkandi sóknarprestur.
   B: Halda gudstænastur í kirkjusóknunum í landinum, ið eru undir 400 fólk.

 Ítøkiliga er uppgávan

  • at boða Guðs orð, halda gudstænastur og forvalta sakramentini.
  • útinna tær kirkjuligu tænasturnar.
  • í samvinnu við próst vera til tænastu í fólkakirkjuni.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.

Staðin biskupspróvtøka er ein fortreyt fyri at umsóknin verður viðgjørd. 

Løn- og setanarviðurskifti
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Prestafelag, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1 – 36,1

Umsóknarfreist
Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO 100 Tórshavn, ella til stift@kirkjan.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 28. august 2025 kl. 12.00.

Fyrispurningar um starvið kunnu setast Jógvani Fríðrikssyni, biskupi, t-postur jf@kirkjan.fo