Skriva út

Heysturgukonsert í Hoyvíkar kirkju

09.10.2025 Tíðindi
Ari Hammer Joensen

Mikukvøldið 15. oktobur kl. 19.30 verður Heysturgukonsert í Hoyvíkar kirkju við Ara Hammer Joensen, urguleikara.

Ari Hammer Joensen gongur á triðja ári bachelor á tí Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. 

Á hesari konsertini verður franskur orgul tónleikur eftir Marcel Dupré og Louis Vierne at hoyra, ið Ari hevur arbeitt við ta seinastu tíðina.

Konsertin er ókeypis og varir ein lítlan tíma.

Skráin sær soleiðis út:

1. ‎Marcel Dupré (1886-1971)  

      Preludium og Fuga í H-dur Op. 7 Nr. 1    

2. Louis Vierne (1870-1937)  

      Úr 6. Symfoni Nr. 6 Op. 59 II. Aria                         

3. ‎Marcel Dupré

     Preludium og Fuga í f-moll Op. 7 Nr. 2

4. Louis Vierne  

     Úr Symfoni Nr. 6 Op. 59 III. Scherzo                                       

5. ‎Marcel Dupré 

      Preludium og Fuga í g-moll Op. 7 Nr. 3