Skriva út

Heystgudstænasta í Porkeri

06.10.2011 Tíðindi
Heystgudstænasta í Porkeri

Tað er gott at steðga á eftir lokið verk og siga takk. Gudstrúgvin mennist, um vit geva tí dagliga og gerandisliga gætur. Fiskurin í sjónum, vøksturin á markini og seyðurin í haganum. Hetta eru Guðs góðu gávur, sum t.d. sálmaskaldið Mikkjal á Ryggi syngur um.

Lívsins fylla er størri, tá ikki alt verður tikið sum ein sjálvfylgja. Signing Guðs ger lívið ríkt, sjálvt um ikki alt vignast til vildar.

Í londunum rundan um okkum, ja um allan heimin, eru serligar heystgudstænastur, har kirkjuliðið takkar fyri grøði, skurð og vøkstur. Tað er ikki einans vakurt, men setir tilveruna og umstøður lívsins inn í ein størri og djúpari samanhang.

Zakarias Bech er kirkjuráðsformaður í Porkeri. Hann segði mær, at mikukvøldið 19. oktober verður heyst- og takkargudstænasta í Porkeris kirkju.

Zakarias metir tað gagnligt, at vit steðga á og siga takk. Tað er okkara kristna trúgv, at Guð er við í tí gerandisliga, at tað eydnast okkum at fáa fisk av grunni og grøðina til høldar.

Gudstænastan verður skipað soleiðis, at eingin prædika verður. Í staðin tekur sóknarpresturin, Patrick, sær av tí liturgiska partinum, meðan teir tríggir deknarnir koma at lesa tekstir ímillum sálmarnar. Sungnir verða heyst- og takkarsálmar.

Sostatt er talan um eina øðrvísi gudstænastu eitt yrkakvøld, har fleiri hava virknan leiklut enn vanligt. Allir tríggir deknarnir lesa og mynda saman við urguleikara, klokkara og presti innihaldið í gudstænastuni.

Leikluturin er størri enn so. Tað heilt stóra í gudstænastuni er fólkið, kirkjuliðið, ið syngur lívsins Guði heiður, tøkk og lovsang.

Og so tað at sita stillur í kvirru eina løtu í andakt og samla tankarnar. Tað er gott fyri likam, sál og anda. Meditatión ella djúphugsni er ein gamal og at kalla gloymdur arvur í kirkjuligum høpi, ið kemur framaftur nú á døgum.

JF.