Skriva út

Hevur tú minst til andaligu preppingina?

07.10.2025 Tíðindi
Armgard

Hvør minnist ikki koronudagarnar ? Hvussu fólk fóru av húsum og keyptu upp í rúgvu av ws pappíri, pasta og eplum. Alt kom óvæntað innyvir okkum, men maturin var tað fyrsta hugsað var um, sjálvandi. Tíðin stóð í stað, og vit leitaðu saman í lítlar bólkar, men sum tíðin gekk, so fóru vit at sakna hvønn annan og  frítt og frælst at kunna fara, har vit vildu. Og fólk, sum búðu einsamøll, søgdu seg fáa húðhungur.

Korona hvarv og vit høvdu øll í felag bast nøkrum ófrættakendum, sum vildi okkum ann, og  í dag so minnast vit kanska, hvussu væl mann skal vaska og spritta sær um hendurnar.  Eitt minni um eina  tíð, tá vit vóru bangin og fóru at gera alt, sum var álagt okkum, men so kom vanligi gerandisdagurin aftur.

Nú eru tað ikki ósjónligt virus, vit óttast, men dronur, herskip og óðar menn, sum síggja heimin sum teirra spælipláss og  ein teirra hevur enntá sagt, at “hann hatar allar sínar mótstøðumenn”.

Flest okkara hava livað í friðartíð, og orð sum kríggj og dubbing vóru óvanlig orð. Men nú er andstyggiligt kríggj í Europa og alt er vent á høvdið.

Myndugleikar siga, at vit skulu preppa. Sprotin sigur, at ein preppari er ein vanlukkustúrari, men hugsa tær, um tað óhugsandi hendir? So fólk keypa vatn og primus, pasta og stearinljós, teppi og makrel og tun í dósum, so mann kann lívbjarga sær í tríggjar dagar.

Men er tað nóg mikið? Hvat gera vit við vaksandi stúran og ótta? Hvør hjálpir okkum, sum búgva so vakurt  og trygt við roykvarnarum og rýmingartrappum, stell og málningum,  trygdarbelti  og hitapumpum, alt sum vit hava sett okkara fokus á, tí vit liva í heimsins besta landi.

Men havi vit sett okkara álít á deyð ting ella líta vit einans á egnan mátt?  Vit sum hava lagt so nógv út á blik, og svølgja í, hvat onnur vísa okkum, eru vit ikki øgiliga viðbrekin? Fleiri skilja orðið “næstin”, sum at tað er tann næsti. Vit brúka kanska kirkjuna sum seremonimeistara, romantiska kulissu, tá vit skulu giftast ella vakurt rúm, tá mamma ella abbi fara foldum frá og annars ikki.

Men hvør eri eg? Hvat er eitt gott, satt og virðiligt lív? Eri eg treytað bara av mær sjálvari? Eri eg bara likam ella hvussu við sál og anda? Hvat mótstøðuføri havi eg, tá alt verður skakað? Vit liva í samfelagi, har vit hava og fáa studnastavir til so mangt, og tað er gott, men eru vit sum træið við ongin festi, at tað koppar bara eitt lot er?

Tá Muhammeds tekningarnar settu eld í heimin, fór vesturheimurin at gáa um, hvørji virði vit høvdu og hvat samfelagið bygdi á. Vit skiltu ikki, at nakar kundi drepa, tí onkur í skemti teknaði teirra profet í mun til okkara. Tey vistu, hvat hevði týdning fyri tey, meðan vit fóru at strika orðið jól og skriva vetrarhátíð og framdu onnur løgin tiltøk, ístaðin fyri at vera errin og standa við okkara virðisgrundarlagi.

 Men hvussu preppa vit andaliga?

Vit hava fitness sentur á hvørjum tanga og vit renna og venja og lyfta, so okkara vøddar eru stórir og sterkir. Men hvussu við okkara andaligu vøddum, eru teir ikki slappir og veikir, tí vit hava tikið alt andaligt úr okkara lívi.

Vit eru farin yvir um ánna eftir vatni og hava leitað til ávirkarar og coach’ar og hava púrasta gloymt aldargomlu siðvenju, tankar og loysnir, sum kirkjan byggir á.

Men vend er við at koma í, tí sagt verður, at alt fleri fólk at leita upp kirkjur og hoyra aldargomlu orðini um ótta, vón og tryggleika.

Nú vit hoyra um cyperálop og ósjónlig virus leggja flogvallir og arbeiðspláss lamin, og vit fáa so lítið gjørt, so hava vit kanska gloymt, at eina ferð broyttist tíðin til áðrenn og eftir Kristi føðing. Kanska eina roynd verd at pumpa okkara andaligu vøddar og kanna eftir, um Hann enn hevur rætt, sum segði : “Óttast ikki, trúgv eina.”

Og kanska vit koma at sanna, at dópurin er okkara veruliga “start kitt” , tað ultimativa “ja takk tilboðið”, sum hevur ævigt virði og sum eru ferðavistir gjøgnum lívið.

Ivaleyst at gera hjá leikum og lærdum, so fólkið ikki bara grætur eftir Nøtte, sum hvarv, men heldur tvíheldur um sanna breyðið og vatnið.