Skriva út

”Hetta heilaga evangeliið skrivar” ... Gerhard prestur

26.11.2021 Tíðindi
MYND: - Tað er løgið at standa soleiðis í einum studio í Kringvarpinum, púra einsamallur og tosa í eina mikrofon, sigur Gerhard Jónsson Mikkelsen, sóknarprestur, sum nú skal skriva lestrarar til sendingina ”Hetta heilaga evangeliið skrivar” (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen).

- Eitt er at standa á einum prædikustóli í eini kirkju og prædika. Men at sita soleiðis, púra einsamallur í einum útvarpsstudio og lesa ein slíkan lestur inn, - tað er nakað heilt annað, sigur Gerhard Jónsson Mikkelsen, prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi.

Orð: Snorri Brend/ Mynd: Bjarni Árting Rubeksen/kvf.fo.

FUGLAFJØRÐUR: - Hetta er ein sera spennandi, men kortini krevjandi avbjóðing, sigur Gerhard.

Hann hevur nevniliga átikið sær at skriva lestrarnar, ið hoyra til sendingina ”Hetta heilaga evangeliið skrivar” frá 1. sunnudegi í advent, sum er 28. november. Fyrsta sendingin fer í luftina leygarkvøldið.

Fyrr í summar fekk hann áheitan frá samskiparanum av átrúnaðarliga økinum í Kringvarpinum, Armgarð Arge, um hetta.

Gerhard visti tó ikki serliga nógv um hesa sendingina frammanundan, tí hann hevur í roynd og veru búð í Danmark, síðani hann var smádrongur. Á heysti í fjør tók hann við starvinum, sum sóknarprestur í Fuglafirði.

Eftir at hava hugsað seg um í eina tíð, játtaði hann umbønini frá Kringvarpinum, og seinnapartin í gjár, hósdagin, tók hann upp fyrstu sendingina.

- Hetta er ikki ein prædika, har tú kanst fara meiri í dýpdina í prædikutekstinum. Eg havi her roynt at leggja meg eftir at gera boðskapin so viðkomandi og persónligan sum gjørligt.

- Á henda hátt ynski eg, at lurtarin vónandi kann sita eftir við onkrum góðum, greiðir prestur frá.

Gerhard Jónsson Mikkelsen verður annars at hoyra í Fuglafjarðar kirkju sunnumorgunin. Lítil ivi er um, at onkur av hansara poengum úr ”Hetta heilaga evangeliið skrivar” verða flættað inn í dagsins prædiku.

GÓÐAR ANDALIGAR SENDINGAR
Tað eru fleiri kanningar gjørdar av lurtaravanum hjá føroyingum gjøgnum árini. Í gomlum døgum, áðrenn miðlalandslagið øktist við fleiri ymiskum rásum, var Útvarpið tað, ið allir føroyingar lurtaðu eftir.

Millum tær nógvu góðu sendingarnar í núverandi Kringvarpinum eru tær andaligu sendingarnar. Og hesar teljast eisini millum tær sendingarnar, ið fólki dámar væl at lurta eftir.

Vit eru so heppin her á landi, at hava regluligar andaligar sendingar bæði í sjónvarpi og útvarpi. Serliga í hesum korona-tíðum er tað vælsignað, at fólk hava kunnað bæði hoyrt og sæð gudstænastu í Kringvarpinum sunnumorgun klokkan 11 og aftur klokkan 16 sama dag.

Morgunlesturin er hvønn gerandismorgun og verður endursendur sama fyrrapart. Haraftrat kemur so sendingin ”Hetta heilaga evangeliið skrivar” sum verður send hvørt einasta leygarkvøld.

Útvarpsskráin er løgd soleiðis til rættis, at hevur tú ikki møguleika at hoyra hana eitt leygarkvøld, ja, so verður hon endursend sunnumorgun, nakað áðrenn vanliga kirkjutíð.

Hyggur tú í útvarpsskránna, so er sendingin á skránni leygardag frá klokkan 17:45 til 17:58, og aftur sunnumorgun frá klokkan 8:15 til 8:30.

ORÐ OG TÓNLEIKUR
Tað eru, sum nevnt, prestarnir sum verða bidnir at skipa ”Hetta heilaga evangeliið skrivar” eitt heilt kirkjuár ísenn.

Skilligt er, at tað krevur sjálvandi sítt at skula skriva fast til eina slíka sending, og síðani fara í Kringvarpið at taka tað upp. Men hon hevur so verið á skrá ein stóran part av tíðini, sum útvarpið hevur verið til.

Í hesi sending hevur presturin ein fastan tekst at halda seg til. Í mun til ein morgunlestur, har prestur sjálvur kann avgera tema, bíbliutekst ella evni, er tað prædikuteksturin dagin eftir, ið er til umrøðu.

Prestur lesur her prædikutekstin sunnudagin upp, og ger síðani sína nýtestamentligu útlegging av tekstinum. Og sendingin endar við at prestur velur ein sálm, eitt lag ella part av einum tónleikaverki, sum hóskar til innihaldið í boðskapinum.

Prestur hevur her møguleika at koma við ymiskum vinklum uppá prædikutekstin, og ein brellbita til tað, ið setti teksturin snýr seg um, soleiðis at lurtarin kann fáa okkurt at hugsa um og grunda yvir.

RØDDIN ÚR FUGLAFIRÐI
Seinasta árið hevur Anne Mette Greve Clementsen, fyrrverandi prestur í Fuglafirði, men sum nú er prestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, tikið sær av sendingini.

Hetta komandi árið verður tað altso eftirmaður hennara í Fuglafirði, Gerhard Jónsson Mikkelsen, ið fer at taka sær av at skriva lestrar til ”Hetta heilaga evangeliið skrivar”.

Hinvegin so hevur Anne Mette ikki verið arbeiðsleys í so máta, tí hesa vikuna er tað hon sum skrivar og lesur morgunlestrarnar í Kringvarpinum.

- Eg gleði meg til hesa uppgávuna, sigur Gerhard Jónsson Mikkelsen at enda.

(Í eini komandi grein verður greitt nærri frá teim hugsanum, ið Gerhard Jónsson Mikkelsen ger sær, tá hann skrivar ein lestur til hesa sendingina).