Skriva út

Henry verið bæði trúgvur og drúgvur

01.06.2023 Tíðindi

Hevur hann lív og heilsu, fyllir hann 87 ár um ein góðan mánað. Aldurin hevur tó ikki verið nøkur forðing fyri, at Henry Debes Joensen á Argjum í yvir 57 ár hevur havt sína dagligu gongd á Landssjúkrahúsinum sum orgulspælari. Nú er hann so givin og spældi fyri seinastu ferð fyri einum mánaði síðani.

– Afturi í 1966 ringdi Jákup Joensen, táverandi próstur og seinni varabiskupur, til mín og spurdi, um eg kundi koma at spæla sunnumorgnar til gudstænastur á gamla hospitali. Fyrstu árini vóru hesar gudstænastur ella andaktir, sum tað lá fyri hjá prestunum, og eg var so klárur, tá ið boð komu um tað, greiðir Henry Debes Joensen frá.

– Tá ið so Eivind Vilhelm gjørdist biskupur, vildi hann hava hesa tænastuna at vera meira regluliga. Tað var at byrja við mikudag, men bleiv seinni hósdag, sum tað er enn. At byrja við vóru vit á trimum ymiskum deildum hvørja ferð, og prestar úr tí mesta av landinum skiftust um at koma.

Tøkk fyri tænastuna
Fyrrapartin var lítil samkoma í biskupsgarðinum í Havn, har Jógvan Fríðriksson, biskupur, tók ímóti saman við Sverra Steinhólm, sjúkrahúspresti. Eisini vóru til staðar Henry Debes Joensen og Katrin, kona hansara, og so Bergur Debes Joensen, prestur og sonur teirra, og so starvsfólk hjá bæði biskups- og próstaembætinum.

– At vera trúgvur í tí stóra krevur, at vit eisini eru trúgv í tí smáa. Vit eru komin saman fyri at takka Henry fyri hansara tænastu øll hesi árini, ið hevur verið til gleði og signingar fyri so mong, segði Jógvan Fríðriksson, ið soleiðis kundi runda hetta drúgva tænastuskeiðið av, sum undanmaðurin í síni tíð kallaði Henry til.

Eisini Sverri Steinhólm og Bergur Debes Joensen søgdu nøkur orð, umframt at Henry sjálvur greiddi eitt sindur frá, hvussu tað hevði verið øll hesi árini við orgulspæli, sum í grundini byrjaði við, at hann sum nýggjur lærari í 1960 fór at spæla í kirkjuni í heimbygdini, Fámjin. Løtan endaði við, at Katrin og Henry fingu eitt blómutyssi frá biskupinum.

Hevur fylt nógv
Umframt at spæla til andaktir og gudstænastur, hevur Henry síðani 1984 spælt til bønarhald í kapellinum, til tann tænastan helt uppat fyri góðum trimum árum síðani. Tí hevur orgulspælið á Landssjúkrahúsinum fylt nógv í hansara lívi og hjá konuni, Katrin, ið ofta hevur verið tann, ið hevur tikið telefonina og hildið skil á álmanakkanum.

– Eg havi verið tryggur í hesum arbeiðinum og eg havi møtt upp, tí tað er neyðugt og annars kann eingin andakt vera. Tað hevur verið mær ein stór gleði at kunna gera eina tænastu, sigur Henry Debes Joensen, sum eisini var orgulspælari í Kirkju- og missiónshúsinum á Argjum tey fyrstu tjúgu árini, eftir at tað var komið í 1974, umframt at vera deknur har við.

– Tá ið vit hava verið runt á deildunum og havt andaktir, hava stundir eisini givist til at heilsa upp á fleiri av teimum, ið hava verið á sjúkrahúsinum. So tað er ikki altíð, at eg eri farin beint heim eftir lidna tænastu, men havi tikið mær eina løtu at vitja. Tað hevur eisini verið ein partur av tí.

Orð & myndir: Hilmar Jan Hansen