Skriva út

Henda árstíðin er serstøk, hon er sjarmerandi!

26.02.2018 Tíðindi

Um eg meini tað? Heilt avgjørt!

Tað er hvørki vetur ella vár ella nakað sum helst, sum ein tannáringur, sum veit hvørki út ella inn.

Tað kavar, regnar, sólin skínur, vindur og stilli, allar fýra árstíðirnar uppá ein og sama dag.

At síggja til tann beri, veðurligi hurlivasi, men um mann nú eina løtu tigur og gloymir alt um at flýggja til Mallorca ella Gran Canaria, so sært tú eitt yðjandi lív rundan um teg og allur fuglurin, sum hevur beina kós heimaftur á klettarnar, síggi imponerandi flokkar av gæs, sum koma strúkandi og sum onnur flogfør lenda á váta bønum, trøini, sum hava grøn, nýggj skot, og tú hómar bløðini…

Og turru, brúnu leykirnir, sum mann legði niður í frystan svørð í vetur, daga nú undan, og tú kanst hugmynda tær reyðu og hvítu tulipanirnar og gulu páskaliljurnar. Ófatiligt, at hasir, turru leykirnir fáa hesar vøkru blómurnar úr sær.

Undrist yvir tað hvørt einasta ár!

Og mann kálkar og taðar og vónar, at plantur og runnar megna at berja seg upp í okkara arktiska veðurlagi, tí tað er so ótrúliga lívsjáttandi at síggja alt vaksa og grógva um gangandi fót.

Og skínur sólin eyka nógv onkran dag, so byrja børnini at tosa um Sandágerð og at vassa og eta uttanfyri og annað ørvitistos av berum ovfarakæti, men í nakrar dagar gleðast vit so um sólina og bláu luftina, og so eru fjøllini hvít og vit bíða…

At ganga og mala í havanum og geva øllum plantunum gætur og lúka og arbeiða er balsam fyri sálina, tað er sunt.

Tað er vakurleiki og man sær, hvussu tíðin gongur og trøini vaksa, og lítla træið hevur nú fingið stóran bul, og alt kemur og fer og okkurt træið gevi eg banahøgg, annað tæið eg rundanum og vóni, at tað fer, at klára seg.

Tað er tað mest lívsjáttandi at hava við vøkstur at gera, og vit síggja tað aftur í skaldskapinum. ”Eg skar mítt navn í grein ta hvítu”, træið og krúnan, liljurnar, les Hásongin, sum er so poetiskur og sensuellur. Og súreplið, vit tosa um forbodna frukt, at hon smakkar best, og um súreplið i Edens hava. Haldi tað var Mark Twain gamli, sum segði, at ”Adam skuldi ikki havi etið hatta súreplið, hann skuldi heldur havt etið slanguna”!

Árstíðir koma og fara eins og okkara tíðir. Barn, unglingi, fullvaksin, tilkomin, gamal. Alt og øll eru vit á ferð, lívið er løtur og tað, sum var í áðni, er ikki nú, og tað sum vit fagnaðu í ár er kanska ikki næsta ár, politisku, gordisku knútarnir í ár, eru kanska ikki um tveir mánaðar, alt, sum vit virðismeta og tráa eftir í ár, er kanska onki at ynskja sær, og okkara ”prei og trendur” er kanska ein annar næsta ár, og tað er tølandi tanki, at vit onki vita ella megna at hugmynda okkum, hvat fer at henda.

Vit mugu siga sum James Bond ”live and let die”!

Umsett til føroyskt má tað vera ”tað gongur nokk, tað heila”!

Og tað er føsta, og hetta er tíðin, sum burturav biður menniskjabarnið gáa um sjálvan seg og løturnar, sum verða givnar okkum.

Og Prædikarin sigur, ”at føðast hevur sína tíð, og at doyggja hevur sína tíð; at seta niður hevur sína tíð, og at taka upp tað, sum niður er sett, hevur sína tíð”.