Skriva út

Heimurin og heimið

12.03.2021 Tíðindi

GRÆKARISMESSA: Staðbundið er tjaldrið tjóðarfuglur okkara, men sum flytifuglur eisini bindilið millum útheimin og okkum. Grækarismessa er í hond og við komu tjaldursins ber hon við sær vón um summar og lýkku. »Er lív, so er vón,« eru vit von at siga. Tann kristna vónin er treyt fyri lívi. Lívið í skiftandi umstøðum her í verðini og lívið um allar ævir. Og tað er hetta, grækarismessa og tjaldrið boða um, at Jesus Kristus í øllum skaparverki er tann mikli.

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Fuglar, sum við fjallatindar byggja,
hvønn ein vetur fara yvir sjógv;
hvørt eitt vár teir munnu aftur hyggja
til tað reiður, sum teir elska nógv.
Dimmið finnur fugl á síni hillu,
tó hann víða fer um sund og fjørð;
okkum lærir jú tann fuglur villi:
heimið er tað besta stað á jørð.

(R. C. Effersøe: Føroyingar, sum her nú koma saman).

Vit hava nú grækarismessu, ið vit rokna sum komudag hjá tjóðarfugli okkara, tjaldrinum. Tann fuglur villi, ið lærir okkum, at heimið er tað besta stað á jørð. Men er heimið nú tað? Tey flestu munnu halda, at so er. Men hvussu við heiminum sum heild, ið skal hýsa tí einstaka heimahúsinum og har teim einstøku fólkunum? Dálka vit ikki móður Jørð so illa, at hon er farin at kikka eftir ondini og tí við sínum atgerðum – eitt nú ovurhita í kuldalondum og skógarsvidnaði – er farin at tala at?

Mangan, tá eg siti við knappaborðið og telduskíggjanum framm fyri mær, komi eg at hugsa um yvirskriftina »The Death of Distance« í blaðnum »Computer World«. Hetta var miðskeiðis í 1990-árunum, tá www (world web wide) varð lancerað. Vanin at skrúva útvarpið frá klokkan sjey á morgni, á miðdegi og klokkan seks á kvøldi, ella fara í blaðsølurnar klokkan fimm á veg heim frá arbeiði at keypa avísurnar at frætta tað nýggjasta, var skakaður í grundvøllum sínum. Kvøðuljómalagið »I got the whole world in my hands« darrar fyri oyrunum. Einki eitur frástøða longur (uttan í samband við coronu). Úr telduni fært tú allan heimin serveraðan upp í hendurnar, allan sólarkringin sum hann er.

Eitt er allur heimurin, men hvussu er við tí einstaka heiminum? Kunnu vit spyrja. eg komi her at hugsa um eina røðu, sum onkur víða kendur persónur fyri nøkrum árum síðan helt á eini umhvørvisráðstevnu í einum av heimsins stórbýum. Í skrivandi løtu minnist eg ikki hvør persónurin var ella hvør stórbýurin var, men orðini vórðu søgd nakað soleiðis: »Hvussu kunnu vit gera henda margmiljónabýin, vit eru stødd í, reinan eftir bert einum hálvum tíma?« Allir áhoyrarar grundaðu gjølla um spurningin, hvussu hetta kundi lata seg gera. Niðurstøðan var, at hetta als ikki bar til. Tann, ið røðuna helt, brosaði blídliga til teirra, sum ristu við høvdinum, og gav so svarið: »Jú, hetta ber til, um hvør einstakur okkara sópar frá sínum egnu durum.«

Einans atfinningar, og við teimum atgerðarloysi, hjálpa ikki heiminum eitt vet fram at minka um dálking og CO2-útlát. Tí sum sagt: Tað ræður um fyrst og fremst at sópa fyri egnum durum, so at títt heim saman við øllum hinum er ein fyrimynd í royndunum at minka um skaðaelvandi dálking. Tann, ið fyrst byrjar við sær sjálvum, hjálpir eisini heiminum fram á leið.

Men hvat er eitt heimahús? Kenda norska skaldið Olav Aukrust málbar seg soleiðis: »Heile bygdi er min heim.« Tað ræður um kenna felagsskapin og samsvarandi honum fremja í verki gagnlig tiltøk bæði fyri heilsuna hjá hinum einstaka og við fyriliti til náttúruna. Gera vit tað, kunnu vit hyggja heimin beint í eyguni og hava í huga onnur orð, sum sami Aukrust var vanur at taka til: »Fra det lokale, gjennem det nasjonale til det universale.« So einfalt er tað. Heimstaðurin og heimlandið í tí stóra heiminum.

Talað verður um heimið í røðum og prædikum og sungið um tað í sálmum og sangi. Eins og reiðrið er fjálgt hjá fuglinum, eigur eisini heimið at vera fjálgt hjá okkum. »Heim, heim, kæra heim! Nei einki er sum tú, sum tú mítt kæra heim.«

Er eitt heim ein glæstriborg? Ella eini heilt vanlig hús, kanska við einum urtagarði kring. Eini hús, har tú fært rørt teg, hvílt teg, etið morgunmat, døgverða og náttverða, og eigur eina song at sova í. Eitt stað, har húsfólkið savnast við borðið til máltíðinar ella hugna sær eftir strævnan arbeiðsdag við einhvørhum ítrivi.

Í Føroyum hava at kalla øll eitt heim. Eini hús, sum tey antin leiga ella eiga. Øll vilja helst eiga og seta føtur undir egið borð.

Og tað valdast eisini krøvini. Summi lata sær lynda einfalda innrætting við vanligum innbúgvi, har tú ikki nýtist at bera ótta fyri at sessir og gólv verða dálkað, og sum løtt eru at fáa rein við einum klúti. Onnur vilja hava dýrt og sera flott innbúgv. Sofur og djúpar stólar úr leðri og marmorsofaborð. Gólvbúnað úr dýrum viði og skinnteppum á. Tað skal síggjast, at her er onkur, ið kann. Ikki tað minsta svansið ella óreinskan verða told.

Onnur eru nøgd, bara tey hava tak yvir høvdið og kunnu sita heitt og fjálgt inni og børnini kunnu spæla sum teimum lystir, og at tað ger minni um tey mola, seta merki á tapet við litblýantum ella sletta niður súltitoy, ketchup ella remouladu.

Ja, fólk eru so ymisk. Men sum danska skaldið, presturin Vilhelm Gregersen tekur til í »Stræk din fod«:

Om i slot
eller hytte ‒ lige godt!
Blot i hjertet luen tændes,
evnen øves, viljen spændes,
kraften prøves så det kendes,
du vil frem til noget godt.

Tað er hetta, ið umræður. Og vit ásanna hetta, tá vit hava verið burturi eina tíð, í øðrum londum og ferðast. Á sum tað er gott at vera heima aftur. »I øst og vest, men hjemme bedst,« var móðir mín, sála, von at taka til. Tað er ikki hitt stásiligasta húsið, ið umræður, men hvussu vit húsast við tí, sum vit eiga.

Í tjaldurssangi sínum »Aftur birtist lív á landi« setir Mikkjal á Ryggi tjaldrinum henda spurning: »hvat man teg úr pálmalondum / draga norð at kuldastrondum?« Vit vita ‒ og helst visti Mikkjal á Ryggi tað eisini – at okkara tjaldur neyvan kemur úr pálmalondum. Í vetrarvist síni hevur tað dvalt á bretsku og írsku strondunum og er nú komið heim aftur til okkara. Í sítt fjálga reiður.

Kanska var hetta júst orsøkin til, at bretsku hermenninir í Føroyum undir seinna heimsbardaga valdu sær tjaldrið sum eyðkenni og minnismerki um tíðina í Føroyum, tí at tað var eitt fjágt minni um teirra egna heimland og var bindilið millum Føroyar og Bretland. Eisini her fáa vit kensluna av orðunum hjá Aukrust, at støðið er heimahúsið, bygdin og heimlandið. Á hesum støði kunnu vit við fattum enni fara út í heim og taka hendur saman við øðrum tjóðum í ymsum gagnverki.

Tjaldrið er komið aftur á klettarnar. Várgleðin og summarvónin birtist. Longsilin eftir ljósi og lýggjum loti og sól er sterkur í barmi okkara. Somuleiðis er innasta trongdin í hvørjum menniskja eftir trygd, hita og fjálgum umhvørvi í heimum okkara, har vinalig og blídlig orð ljóða millum húsfólkið. Trivnaður og samljóð í viðurskiftum okkara við Gud eru meinlík hesum.

»Er lív, so er vón,« eru vit von at siga. Tann kristna vónin sigur hinvegin, at hon fyrst og fremst er treyt fyri lívi. Lívið í skiftandi umstøðum her í verðini og lívið um aldur og allar ævir. Og tað er hetta, grækarismessa og tjaldrið boða um, at Jesus Kristus í øllum er tann mikli.

Øll heim her á foldum – eisini tey alrafagrastu – verða einaferð fyrr ella seinni avtoftað. Men har, sum signingin hevur búð, doyggja fruktirnar ongantíð. Og tær røkka langt.

Og Jesus, sum hevur lært okkum at kalla Gud faðir, hevur eisini kallað himmiríki eitt heim. Eitt faðirhús við nógvum bústøðum, har, sum hann hevur tilbúgvið okkum eitt stað at vera. Hann vil, at vit skulu vera hjá honum.
Eins og vit hava verið burturi frá heimum okkara her á fold styttri ella longri tíð og heimafturkomin møta okkara kæru, skulu vit heima hjá Faðirinum í himli møta teimum av okkara, sum fóru undan okkum, og í Faðirhúsinum taka ímóti teimum, sum aftan á okkum koma.

Várið er komið, tað grønkast í líðum,
heim koma fuglar, ið heilsa tær blítt.
Fara vit skulu mót ljósari tíðum,
tá ið alt landið so fagurt er skrýtt.

(...)

Tøkk fái Gud fyri ljósið og várið
og fyri lívið, sum fall mær í lut.
Fyri ta náði sum varar alt árið,
og fyri frelsuna tøkk fái Gud!

(Øssur Berghamar: Vársangur).