Skriva út

Heimamissiónin í Vesturkirkjuni.

07.04.2008 Tíðindi

Um vikuskiftið hevur Kirkjuliga Heimamissiónin havt ársfund í Tórshavn. Meinigheitshúsið og Vesturkirkjan vóru karmur um ymisk tiltøk bæði fyri børn, ung og vaksin.

Heitið fyri ársfundin var “Hann gav alt!” Tikið var afturíaftur hetta evnið út frá ymiskum sjónarhorni. A)“Hann gav alt fyri einki”. B) “Hann gav mær alt, eg eigi.” C) “Hann er mín fyrimynd.” Sipað verður til Guðs kærleika í Jesusi Kristi, at Guð gav tað dýrasta hann átti, einborna son sín, menniskjum til frelsu.

Í sambandi við ársfundin er ein snotiligur faldari prentaður. Formaðurin í HM, Thomas Dam, bjóðar vælkomin og sigur frá síni hugsan um evnið. Talan er um Guðs bjargingarætlan, tá sonurin Jesus varð givin sum frelsari frá dómi og glatan. Millum annað verður tann Lítla Bíblian endurgivin : “Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.” (Jóh. 3,16)

Leygarkvøldið kl. 20 vóru vit bæði konan á møti. Ein góð og rík løta. Hóast vánaligt veður var væl av fólki. Ein fjøld av ungum og yngri. Boðskapurin var greiður, bæði kallandi og lærandi. Eisini vitnisburðurin var rørandi, tá ein ung kvinna vísti til Jesus og hansara kærleika og náði. Vit kendu tað fjálgt og gott, at eisini fyri okkum eru opnar dyr, tí frelsan er fullkomin.

Sangurin var ein góð blanding av yngri og eldri. Sangbøkur vóru ongar, og teksturin varð varpaður upp á veggin. Ljóðførini vóru fleiri. Samanumtikið ein øðrvísi løta enn so mangar aðrar í hesum halgidómi.

Tá løtan var runnin, vóru vit eina góða løtu ríkari. Vit gleddust um, at HM valdi henda leistin. Vit, ið vóru ung í sjeytiárunum, minnast aftur á ríkar løtur, tá møtini á ársfundinum vóru í Vesturkirkjuni. Kirkjan er ein góður karmur, og høvuðsstaðurin er miðdepil Føroya.

Eisini gudstænastan sunnudagin kl. 11 bar brá av kirkju og missión. Heri prestur leiddi gudstænastuna. Sjálvt um sóknarpresturin var virkin, so gav hann Niels J. Nielsen, trúboðara, høvi at prædika. Hetta kynstrið, at samstarva, dugir Heri væl.

Niels J. Nielsen, sum verður sjeyti ár og leggur frá sær í heyst, er væl kendur prædikumaður. Hann kom til umvendingar og trúgv í sjeytiárunum og fór á Bíbliuskúla. Síðani hevur hann virkað sum trúboðari, bæði í Danmark og her heima. Kærleikin til fedranna kirkju myndar henda roynda trúboðaran gerandis og heilagt. Tað holla grundstøðið kom fram í prædikuni, tá hann vísti bæði til dópin og altarborðið. Trúboðarin nam við munin á at vera tilhangara og eftirfylgjara hjá Jesusi.

Aftan á prædikuna var forbønartænasta fyri teimum nýggju fyristøðufólkunum í Nesvík. Tey bæði eru Margit og S&oacu