Skriva út
Heimamissiónin
17.05.2010 Tíðindi

Um vikuskiftið var árligi ársfundurin hjá Heimamissiónini. Á hesum sinni vóru Hoyvíkshøllin og Meinigheitshúsið í Havn karmur um ársfundin. Úr øllum landinum savnaðust missiónsvinir undir heitinum “Vit eru send!”
HM er ein vekingarrørsla innan fólkakirkjuna, og sigast má, at hon hevur havt stóra og gagnliga ávirkan á føroyskt andslív hesa seinastu øldina. Tá eg hugsi um t.d. Eysturoynna, ið er mítt upphav, so er myndin rættiliga eyðsýnd. Tað er eitt tætt og gott samstarv ímillum kirkjuna í bygdini og missiónshúsið. Somu persónar hava ábyrgd í báðum støðum, og eins og kirkjan gagnar missiónini, á sama hátt gevur missiónin íblástur til kirkjunnar virksemi.
Givið er, at øll lívsins viðurskifti broytast við tíðini. Tó verður mett, at tað er ein góður andi ímillum HM og Fólkakirkjuna. Aðaluppgávan er at peika á, tilbiðja og æra Jesus, Guðs son og heimsins frelsara.
At HM staðfestir sítt kirkjuliga grundarlag eisini í 2010 er gott fyri fólkakirkjuna. Tað finst eyðvitað nógv gott í kirkjuni, sum ikki beinleiðis sipar til HM, t.d. lesturin við teim ungu í sambandi við fermingina. Tað eru eisini mong íðin, trúgv og virkin kirkjufólk, ið ikki eru missiónsfólk. Men ásannast má, at HM er fólkakirkjunnar forlongdi armur, tá talan er um kirkjuligt arbeiði millum børn og ung. Hinvegin er als eingin orsøk at býta fólkið sundur í ymiskar bólkar. Talan er um eina eind, ið avmyndar fjølbroytni.
Á møtinum leygarkvøldið fingu vit eina áhugaverda kunning um tað fjølbroytta virksemið hjá HM, t.d. sunnudagsskúlar, juniormøtir, ungdómsmøtir og vanlig møtir sunnukvøld.
Kunningin fór fram við samtalum og video. Framløgurnar staðfestu, at HM ynskir at møta menniskjum har tey eru. Haldi, at hetta hevur hepnast rímiliga væl, tí fjøld av ungum møttu til hetta klassiska møti, ið tó var øðrvísi enn ársfundurin í sjeytiárunum í undanfarnu øld. Tá sótu vit still og sungu úr eini bók. Nú stóðu vit uppi og sungu sangir, ið vórðu varpaðir upp á eitt lørift. Haldi, at rørslurnar vóru fleiri nú enn áður og innímillum varð klappað.
Men ger tað nakað, um formurin broytist?
Er tað ikki onkursvegna neyðugt, at vit fylgja tíðini og nýta ta tøkni, ið ungdómurin til dagligt arbeiðir við? Hjá teim ungu er teldan og framløga á lørifti gerandiskostur, - ja mikið meira enn tað, - facebook.
Ein onnur áhugaverd frásøgn var, at fólkið í Leynum savnast til møtir hvønn fyrsta sunnudag í mánaðinum. Eitt nýtt átak í meira klassiskum stíli, - um eg skilti tað rætt. Gleðilig tíðindi, at Guðs orð verður boðað í bygdini/bygdunum.
Serligur tokki er til tað fyrimyndarliga arbeiðið, sum Sjómansmissiónin ger millum okkara siglandi fólk. Eisini her er mannagongdin broytt, nú sjómansheimini nærum eru søga. Men evangeliið er tað sama, og Kristus eins neyðugur til jarðiska og æviga vælveru sum áður.
Vit takka Heimamissiónini fyri hennara virkna leiklut í føroyskum kirkjulívi. Vónað verður, at eisini í framtíðini eru vinabond ímillum kirkju og missión. Hesi bondini ríka missiónina, ið virkar millum barnadoypt og minnir børnini á dópsins Harra. Og Fólkakirkjan hevur tørv á og verður ríkari av tí sjálvbodna arbeiðinum, ið HM stendur fyri.
Við ynski um Harrans signing yvir land og fólk!
JF.
Onnur tíðindi