Skriva út

Havstein prædikar á ólavsøku

06.07.2022 Tíðindi

Tjóðarhátíð Føroya er ein myndandi partur av samleika Føroya. Ólavsøkudag verður Løgtingið sett, og ein nýggj tingseta byrjar. Tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga saman við prestunum skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Havnar kirkju. Eftir gudstænastuna verður gingið niðan á Tinghúsvøllin, har kórsangur setur dám á løtuna.

Skrúðgongan er ein rík siðvenja. Myndin er talandi. Tann politiska skipanin og Fólkakirkjan hava tað til felags, at vit fólkaræðisliga byggja land, menna landið og skapa virðir og innihald í lívi fólksins. Talan er um tilvitað samstarv, har tann politiski myndugleikin og kirkjan vara av hvør síni uppgávu og virða rættin hvør hjá øðrum á givnum málsøki.

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið ikki hevur prædikað á ólavsøku, ið prædikar ólavsøkudag. Ikki færri enn 10 sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag. Elstur av teimum við atliti at starvsaldri er Havstein Klein.

Havstein varð prestvígdur í 2010. Hansara fyrsta kall var í evangelisku luthersku kirkjuni í Mara, Tansania. Hann var virkarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi í 2014.

Í desember 2014 tók hann við embætinum í Sandoyar prestagjaldi við sæti í Todnesi heima á Sandi.

Vit ynskja Havsteini gleði, eydnu og Harrans signing við prædikuni og gudstænastuni ólavsøkudag.

JF