Skriva út
Havnar kirkja nýggjan organist
02.05.2007 Tíðindi
Oddvør Johansen, organistur í Havnar kirkju seinastu 18 árini, er farin úr starvi 1. mei. Undir guðstænastuni seinasta sunnudag bar Sonja Klein, sóknarprestur, Oddvør eina tøkk fyri trúgva tænastu. Eftir guðtænastuna var hátíðarløta á kirkjuloftinum, har Oddvør fekk handaða gávu frá kirkjuráðnum og røður vóru hildnar.Umframt tónleik til vanligar kirkjuligar tænastur, hevur Oddvør Johansen skipað fyri teimum vælumtóktu matinéiunum, stovnað gentukór og fingið fastar kirkjusangarar til guðstænasturnar. Eisini ólavsøkuguðstænasturnar hevur Oddvør samskipað við kórum o.ø.
Oddvør Johansen hevur játtað at tikið við starvinum sum organistur í Hoyvíkar kirkju, tá henda verður liðug í november í ár.
Nýggjur organistur
Kirkjuráðið hevur sett Gudmund Mortensen í starv, sum organist í Havnar kirkju. Hann tekur við starvinum, tann 1. juni 2007.
Gudmund er útbúgvin frá Vestjysk Musikkonservatorinum í Esbjerg. Hann hevur seinastu tíðina virkað sum organistur í Ikast kirkju.
Onnur tíðindi