Skriva út

Hava valt prest og víst á tann nýggja dómpróstin

30.12.2009 Tíðindi
Hava valt prest og víst á tann nýggja dómpróstin

Ikki færri enn seks prestar verða settir í starv 1. februar 10. Nú um ársskiftið verður stillað inn, og prestur valdur til kall og tænastu.
Mannagongdin er einføld. Kirkjuráðini gera eina innstilling, og biskupurin handar innstillingina til Mentamálaráðið. Landsstýriskvinnan í kirkjumálum skipar sóknarprestarnar í starv, útnevnir prestarnar.
Tá dómprósturin verður valdur, er talan um eina dupulta tilgongd. Dómprósturin er bæði sóknarprestur og umsitingarligur leiðari í fólkakirkjuni. Kirkjuráðini ummæla umsóknirnar, og biskupurin ger sína egnu innstilling. Bæði ummælið og innstillingin verða handað landsstýriskvinnuni í kirkjumálum. Síðani verður dómprósturin útnevndur.
Á fundi í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi tann 29. desember 2009 innstillaðu kirkjuráðini bæði sóknarprest og dómpróst.
Ann Dahl Hansen varð innstillað til kallið sum sóknarprestur. Ann hevur røkt hesa tænastu síðani í 1. apríl 2008. Hon hevur verið hjálparprestur hjá dómpróstinum. Starvið sum hjálparprestur er fallið burtur, og eitt nýtt starv sum sóknarprestur er komið ístaðin. Fimm umsóknir vóru til starvið.
Til kallið sum dómpróstur vístu kirkjuráðini á Una Næs, sóknarprest í Fuglafirði. Uni var sóknarprestur í Norðstreymoy 1992 – 2000. Síðani 2000 hevur hann verið sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi.
Tríggjar umsóknir vóru til starvið sum dómpróstur. Biskupur tekur støði í tí ummæli, ið kirkjuráðini hava gjørt, og fer at innstilla Una Næs til kallið sum Dómpróstur Føroya.
JF.