Skriva út

Hava longst eftir hesum í mong ár

13.11.2025 Tíðindi
2025 11 13 Glyvrar 1

Kirkjuráðið á Glyvrum hevur í næstan tjúgu ár arbeitt miðvíst við ætlanini um at fáa eina nýggja kirkju, og týsdagin varð av álvara farið undir ætlanina, tá ið fyrsta flagið varð loyst. – Hetta var fyri okkum ein stórur dagur, sigur kirkjuráðsformaðurin á Glyvrum, Bogi Olsen.

Orð & myndir: Hilmar Jan Hansen

Í eini tjúgu ár hevur verið arbeitt fyri at fáa eina nýggja kirkju á Glyvrum, og tann, ið helst man hava lagt mest fyri, so komast kundi á mál við hesum ynski, er Hans Jacob Lamhauge, sum í mong ár var formaður í kirkjuráðnum, har hann í næstum fer at takka fyri seg.

– Eg havi trúð upp á tað, og hesi árini haldi eg, at tað hevur verið ein øgiliga góður stemningur í tilgongdini. Gamla kirkjan verður 100 ár næsta ár og útbyggingin frá 1981 hevur longu yvir 40 ár á baki, men framvegis er kirkjan ov ofta ov lítil, sigur hann.

– At vit nú eru komin so mikið langt, er ein øgiliga góð kensla, júst tí tann gamla kirkjan hevur væl og virðiliga tænt fyri seg. Og eg eri heilt ótrúliga glaður fyri, at tað hevur gingið so væl, sum tað hevur gingið.

Sjálvur fekk hann týsdagin heiðurin at loysa fyrsta flagið, sum var almenna staðfestingin av, at nú verður av álvara farið í gongd:

– Onkur skuldi loysa tað fyrsta flagið, og eg eri øgiliga glaður og takksamur fyri, at tað skuldi falla í mín lut. At vit nú fáa nýggju kirkjuna er jú tað, sum eg veruliga havi longst eftir í so mong ár, sigur Hans Jacob.

Eru góð við kirkjuna
Nú fyrsta flagið er loyst, gongur eitt sindur av tíð, áðrenn sjálv byggingin fer í gongd, tí tað arbeiðið er sett at byrja 2. februar næsta ár. Men til ta tíð verður farið undir at grava út, so klárt er at byggja um hálvanfjórða mánað.

– Fyri okkum, sum sita í kirkjuráðnum, var týsdagurin ein sera stórur dagur, og vit hildu tí eisini, at vit kundu gera eitt sindur burturúr. At ein kirkja verður bygd her, kemur neyvan nakar av okkum at uppliva aftur, sigur Bogi Olsen, kirkjuráðsformaður á Glyvrum.

– Tað var hugaligt at síggja, at nógv fólk møtti upp, og vit gleddust um at síggja umboð fyri allar viðkomandi myndugleikar. Men ikki minst var hugaligt at síggja so mong av teimum, sum eru góð við kirkjuna, og eg haldi tað ganga sjón fyri søgn, at fólk eru øgiliga glað fyri, at kirkjan nú kemur.

Kirkjuráðsformaðurin á Glyvrum sigur tað vera ein stóran lætta at vera komin so langt við málinum, og hann hugsar ikki minst um tey, ið hava verið við í arbeiðinum leingi:

– Nú eri eg so nýggjur í kirkjuráðnum, men umframt Hans Jacob Lamhauge, sum hevur arbeitt fyri hesum í nógv harrans ár, hava eisini fólk sum Páll Rasmussen, Leivur Poulsen og Kristina Lamhauge Gaardbo verið við leingi, og tað skulu tey og onnur hava eina stóra tøkk fyri, sigur hann.

Ikki líka lætt allastaðni
Samstundis sum gleðin á Glyvrum er stór, dylur kirkjuráðsformaðurin ikki fyri, at hann hevur samhuga við teimum, sum um somu tíð ikki líka smidliga hava fingið arbeitt við síni nýggju kirkju:

– Eg hugsi bara, tað má vera tungt og møtimikið at sita í kirkjuráðnum á Argjum, tí kontrasturin er øgiligur, tá ið samanborið verður við okkara tilgongd. Tað kann ikki vera stuttligt at arbeiða við eini nýggjari kirkju, og so at fáa alla ta mótstøðu, tey har hava fingið, sigur hann.

– Vit hava hinvegin als ikki merkt mótstøðu, men bara undirtøku. Fólk kunnu sjálvandi hava ymsar meiningar um útsjónd og sovorðið, tí nýggja Glyvra kirkja sær kanska ikki út sum ein siðbundin kirkja, men tað fáa vit ikki gjørt so øgiliga nógv við. Eingin kann gera øllum til vildar.

Gongst sum ætlað og eftir sáttmálunum um byggingina, ið vórðu undirskrivaðir týsdagin, skal sjálv byggingin avgreiðast eftir tveimum árum, so kirkjufólkið í Glyvra kirkjusókn í februar í 2028 kann vænta sær, at kirkjuvígslan ikki er langt burturi.