Skriva út

Hava fingið kirkjustovu í Kollafirði

20.10.2026 Tíðindi
2026 10 20 Kirkjustova 3
1 / 3 myndir

Sunnudagin tóku tey í Kollafjarðar kirkju eina nýggja kirkjustovu í brúk. Kirkjuráðið hevur leigað kaféina við Sjógv, sum er í ovara enda á “Handlinum hjá Børga” ella CAJ. Ætlanin er at brúka hølini til kirkjukaffi og onnur savnandi tiltøk.

– Endamálið er at skapa eitt opið og hugnaligt stað, har øll kunnu koma inn á gólvið, ung sum gomul, sigur Jan Terje Edmundsson, næstformaður í kirkjuráðnum, sum er tann, ið hevur strongt mest á at fáa eina kirkjustovu.

– Vit vita, at meðan summi hava nógv fólk rundan um seg, eru onnur, ið sakna onkran at práta við ella eitt stað at koma, har tey kenna seg vælkomin. Ein kaffikoppur sær kanska ikki út av tí stóra, men kann vera byrjanin til nakað størri. Eitt gott prát, ein látur ella bara tað at sita saman eina løtu, kann gera stóran mun í gerandisdegnum.

Hann vísir á, at kirkjan ikki bara er eitt stað, har fólk koma saman til guðstænastu, at hoyra Guðs orð, at syngja sálmar og biðja saman, men eitt stað, har fólk møtast sum menniskju, vísa hvørjum øðrum umsorgan og styrkja felagsskapin sínámillum.

Karmur um onnur tiltøk við
– Hetta átakið tó ikki bara snýr seg um kaffi og køkur, men um at skapa ein felagsskap, har øll kunnu kenna seg vælkomin og hoyra til, sigur Jan Terje og nevnir møguleikan fyri at kunna skipa fyri eitt nú sangi, hugnaløtum og øðrum, ið kann savna fólk og skapa gleði í bygdini.

– Eg vóni, at hetta átakið verður væl móttikið, og at nógv hava hug til at vera við. Men ein slíkur felagsskapur verður bygdur í felag, og tí hava vit eisini brúk fyri hjálpandi hondum. Vit ætla at lýsa við tiltøkunum í kirkjustovuni, so hvørt sum tey eru.

Eftir gudstænastuna í Kollafirði sunnudagin, tá ið Annika Gaard Magnussen var prestur, varð farið yvir í kirkjustovuna til kirkjukaffi. Bæði í forkirkjuni og í kirkjustovuni lá ein listi frammi, so fólk kundu bjóða seg til at baka ella smyrja breyð, so fleiri kunnu vera við til at geva sítt íkast. 
Myndir og tekstur: Hilmar Jan Hansen