Skriva út
Hava ætlanir á Argjum
24.08.2010 Tíðindi

Á Argjum bíða tey eftir grundstykki til nýggja kirkju.
Bjartur Dalsgarð er formaður í Argja kirkjuráð:
– Núverandi bygningur er ikki ein klassiskur kirkjubygningur. Húsið er vælegnað til ymisk kirkjulig tiltøk, og tað verða eisini hildin møtir og skótafundir í kirkjuni, men hon hevur ikki tað tign, sum eitt hámessuhøli eigur at hava. Sum nú er, er lítið av kirkjuligum handlingum í Argja kirkju burtursæð frá hámessuni. Barnadópar, komfirmatiónir og annað verða sum oftast hildin í grannakirkjunum, sigur Bjartur Dalsgarð, sum gjørdist kirkjuráðsformaður fyri fimm árum síðani.
– Ætlanin um eina nýggja kirkju birtist hjá gomlu eldsálunum, sum sótu í kirkjuráðnum frammanundan meg, og tað er mær ein æra at taka tráin upp eftir arbeiðnum, sum Richard Mortensen og aðrir hava slóðað fyri, sigur hann.
Sum støðan er nú, bíða tey eftir svari frá kommununi um grundstykki.
– Vit hava fingið uppskot um stykki við Sandá, og vit hava samskift við býráðið í fimm ár. Nú liggur uppskotið so til almennar hoyringar, og býráðið hevur fingið onkra klagu, og avgerðin liggur nú kommununi, um vit sleppa at byggja har. Um vit fáa noktandi svar, mugu vit aftur arbeiða við at finna eitt nýtt stykki. Um svarið er játtandi, fara vit at bjóða út arkitekta kapping við einari lýsing av ynskjum frá okkara síðu. Síðani verður eitt prospekt lagt fram fyri próstadømisráðnum, sigur Bjartur, sum hevur stórar ætlanir við nýggju kirkjuni.
– Kirkjan skal verða ein perla í økinum. Hon skal vera í samljóð við landslagið og skal lúka øll umhvørvisvinarlig krøv. Vit ynskja eina kostnaðarlítla kirkju, sum gevur rúm fyri, at frálíka samstarvið millum kirkju, missiónshús og skótar kann halda fram í einum húsi, samstundis sum vit kunnu hava eina tignarligan kirkjubygning. Hon skal vera eitt slag av mentanarhúsi, sum kann fylgja tíðarandans krøv um øðrvísi og tillagað tiltøk. Vit hava eisini fingið avtalu við Heimamissiónina um, at hon verður við í nýggja húsinum og fær útmatrikulerað ein part av bygninginum, sigur Bjartur Dalsgarð, sum vónar, at kirkjan kann standa klár um trý til fýra ár.
Bjartur metir, at tað er týðandi fyri arbeiðið á Argjum at fáa nýggja kirkju, um tey skulu tillaga seg nútíðar krøv. Hann hevur eisini hugsanir um viðkomandi kjakið um Fólkakirkjuna, sum hevur verið í miðlunum nýliga, og hevur í tí sambandi skrivað hesar hugleiðingar.
“Er kirkjan býtt, at hon ikki dugir at tosa uppií. Kirkjan er gomul – men ikki býtt.
Tað er hent so nógv síðani núverandi kirkjuskipan var ung, at kirkjan kennir seg ikki aftur.
Funnist verður kanska at broytingum í kirkjuni – haldi uppat við tí – einki er farið av lagi.
Tað eru bara kyrindi, sjóvarfallið hjá okkara skipan er runnið, nú kemur tíðin hjá tí nýggja ættarliðnum.”
- Bjartur Dalsgarð
Orð og mynd: Heini S. Kristiansen
Onnur tíðindi