Skriva út

Hátíðarhald tónaskaldinum Knúti Olsen til heiðurs.

18.11.2010 Tíðindi
Hátíðarhald tónaskaldinum 
Knúti Olsen til heiðurs.



Í sambandi við, at tónaskaldið Knút Olsen fyllir 65 ár 20. novembur, verður dagurin hátíðarhildin í Sandavági, har Knút vaks upp, og skrivaði síni fyrstu løg. Knút Olsen hevur í mong ár ríkað kirkju-, ands- og kórlív við sínum løgum til sálmar, sangir og barnarímur.

Hátíðarløtan byrjar í Sandavágs kirkju kl.14.00, har Tarira syngur sálmar og sangir, við løgum
Eftir Knút Olsen. Aftaná verður farið í SíF húsið, har nøkur orð verða søgd, og okkurt ábit verður.
Vága kommuna stendur fyri haldinum.

Í mai mánaða í ár, sungu kórini Tarira og Mpiri undir leiðslu av ávikavist Sunleifi Rasmussen
og Gorm Larsen, 17 løg hjá Knúti Olsen inn. Í samband við hátíðardagin tann 20. novembur
gevur plátufelagið TUTL hesi løg út á fløgu, ið ber heitið ‘Mai‐mynd’.

Á fløguni er úrval av sangum og sálmum í kórútsetingum, sum Knút hevur smíðað seinastu
40 árini.
Nógv av løgunum vera av kórsangarum skýrd ‘perlur’. Løgini ‘Føroyar mín móðir’ og ‘Kirkjan hon er Eitt gamalt hús’ hava grógvið seg fast í mong Føroysk hjørtu.

Jensina Olsen hevur samskipað verkætlanina.

Øll eru hjartaliga vælkomin til dagin, har høvið er at ogna sær fløguna