Skriva út
Hátíðarhald á Eiði í sambandi við, at kirkjan verður 125 ár.
08.10.2006 Tíðindi

Í sambandi við at tað í ár eru liðin 125 ár, síðani Eiðis kirkja varð vígd, verður dagurin hátíðarhildin sunnudagin 8. oktober, hóast kirkjan varð vígd 18. september 1881. Grundin er tann, at dagurin samstundis var 17. sunnudagur eftir triniatis, sum er komandi sunnudagur. Hátíðarmessa verður kl. 11.00 við Hans Jacob Joensen, biskupi, og sóknarprestinum á staðnum, Emil Olsen. Síðani verður døgurði á Hotel Eiði fyri innbodnum. Kl. 17.00 verður gudstænasta við Peturi Martini Rasmussen, presti, sum var prestur á Eiði frá 1971 til 1983, og Eiðis sangkór syngur undir leiðslu av Hans Erlandi í Brekkunum. Hátíðarhaldið endar við einari felagsmáltíð uppi í Eiðis Ítróttarhøll, har Petur Martin Rasmussen fer at hava hugleiðingar um Eiðis kirkju (ella kirkjur). Nevnast kann, at kirkjan til føðingardagin hevur fingið ljóskastarar, sum skulu lýsa upp kirkjuna um kvøldarnar og um náttina. Eisini verður nýggjur altardúkur, sum Poulina Eliasen á Syðradali hevur gjørt og sum er latin av einum í bygdini, nýggj vínkanna og breyðeskja (oblateskja) tikin í nýtslu henda dagin.
Onnur tíðindi