Skriva út
Hátíðardagur í Vesturkirkjuni
07.06.2012 Tíðindi

Sunnudagin var hátíðardagur í Vesturkirkjuni við Hera Joensen, presti og Jógvan Fríðriksson, biskupi.
Trý børn vóru borin til dópin og nýggjur messuakul var tikin í brúk. Kirkjuráðið hevði ynskt sær nýggjan messuakul – Óluva Hentze úr Skúgvi, sum sat í kirkjuráðnum og var kirkjuverji vildi eisini fegin, at kirkjan fekk nýggjan messuakul, og tá so hon – alt ov tíðliga fór foldum frá – fóru gávurnar í samband við jarðarferðina til endamálið, saman við gávunum eftir tvøramannin Axel Mortensen, ið eisini hoyrdi til tey trúføstu í kirkjuni.
Paulina Eliasen á Syðradali hevur virkað hetta vælaverk,
ein sera vakur grønur messuakul. Grøni liturin boðar frá trinitatistíðini, sum byrjar komandi sunnudag og varar til advent/jólaføstu.
Aftaná gudstænastuna varð møguleiki hjá kirkjufólkunum at fara upp til altarið at hyggja nærri eftir vakra messuaklinum . Eisini var kirkjukaffi í kirkjukjallaranum.
Heri prestur takkaði Paulinu fyri vælaverkið við orðunum – “Gud gevi tær og tínum nógvar dagar at halda áfram”.
Heri endaði við orðunum, sum hann hevði hoyrt í heimbygd síni, tá tey fóru í nýtt plagg “Jissus gevi okkum lag at slíta tey” Í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans.
Amen
Sí fleiri myndir
Onnur tíðindi