Skriva út

Hátíðardagur í Kirkjubø

14.06.2011 Tíðindi
Hátíðardagur í Kirkjubø

Tað var hvítusunna og væl av anda. Í fagrasta summarveðri hátíðarhildu vit føðingardagin hjá kirkjuni í Kirkjubø. 900 ár er drúgv tíð, men aldur sást ikki á kirkjuni. Væl hildin, ljós og vøkur tók kirkjan ímóti fólkinum. Væl prýdd við blomstrum úr føroyskum jørðildi. Tað er nógv vakurt í Føroyum, sera vakurt tá tað hegnisliga er sett saman í blómuprýði.

Kirkjan var fullsett, og løtan andaði av tign, tá sálmasangurin byrjaði. Eingin urga leiddi sálmasanginum. Alt gott um øll ljóðføri og øll tey mongu, ið spæla í kirkjunum runt um í landinum. Men henda løtan var nakað serligt. So væl ljómandi sálmasangur, at tað var ein frægd at vera til staðar. Fyri mær var hetta forkunnugt.

Sigast skal, at vit vóru væl mannað at syngja. Kórið Sólarmagn, ið Fróði Sandoy stjórnaði, gav gudstænastuni nakað eyka. Kendi eitt kirkjuligt og mentanarligt ríkidømi, at so nógv syngjandi fólk settu tíð av til eina gudstænastu hvítusunnudag. Vit eiga eina ríka mentan og eitt gott fólk.

Eftir gudstænasta vórðu øll boðin til kirkjukaffi í Roykstovuni í Kirkjubø. Í hesum søguríka og heimliga umhvørvi varð okkum sýndur mikil blíðskapur.

Heri Joensen, sóknarprestur, prædikaði. Prædikan verður um stund at lesa her á heimasíðuni.

Niðanfyri nevna vit eitt brot úr taluni hjá biskupi :

“Sagnir vilja vera við, at árstalið hjá kirkjuni er fýra eitttøl – 1111. Fornfrøðiligar rannsóknir benda tó á, at verandi kirkja helst er bygd seinni. Tað er reiðiliga vist, at kirkja hevur verið í Kirkjubø frá tí, at kristnitrúgvin kom til Føroya fyri meira enn 1000 árum síðani. Í 1104 verða Norðurlond skipað sum kirkjuøki fyri seg við erkabiskupssæti í Lund, og um sama mundi verður biskupssæti sett á stovn í Kirkjubø. Biskupssætið varð lagt undir Niðarós erkabiskupssæti, tá ið hetta varð stovnssett í 1153.”

Kirkjan í Kirkjubø hevur eina áhugaverda søgu bæði undan og eftir trúbótina. T.d. kunnu vit nevna Kirkjubøstólarnar, henda mæta mentanararvin. Kirkjan er karmur um handverk og list, mál og skaldskap.

Kirkjan er fram um alt bygd av livandi steinum. Kirkjunnar størstu virðir eru tey menniskju, sum í umsorgan og kærleika hava gjørt tænastu, fjálga um og hildið kirkjuna við líka øll hesi árini. Drívmegin í hesum verki er trúgvin á Kristus, ið er sjónlig í samtíðini og ankrað ævinligum festi. Kirkjan gagnar tí almenna samfelagnum við lívsgóðsku, vælveru og trivnaði.
Hátíðarløtan í dag er kirkjuliðnum, sum nú er uppi á døgum, og teimum, ið undan gingu, til spekt og sóma og Guði til heiðurs og æru.

Saman við Jóannesi Paturssyni biðja vit :
“Til kníggja tjóðin fellur tær, // Tú, Drottur himnapalla, // Og inniliga biðjum vær : // verj vára framtíð alla.”

Orð : JF
Mynd : BDJ