Skriva út

Hátíð í Christianskirkjuni

13.01.2010 Tíðindi
Hátíð í Christianskirkjuni

Seinasta sunnudag, hin 10. januar, var hátíðardámur í Klaksvík, nú hin fyrsti presturin eftir yvirtøkuna av føroysku fólkakirkjuni varð settur í starv sum tænastumaður. Løtan kendist góð, at vit loksins eru ávegis inn í trygg og skipað viðurskifti. Síðani yvirtøkuna hava fleiri størv verið mannað við fyribils setanum.

Nógv fólk var til gudstænastuna. Nógv varð gjørt burturúr. Sálmasangurin og tónleikurin fylti skipið, halgidómin, sum í tilveru fólksins er karmur um gleði og sorg. Ein tignarlig løta, ið sømir seg, tá hirðin, ið kirkjuliðini hava kallað til tænastu, verður innsettur.

Dómprósturin, Bjarni Bæk, innsetti Hanus á Gørðum í kallið sum sóknarprestur. Prósturin minti á kendu orðini um náði Guðs, ið er nóg mikið. Náðin sum tilhald og útgangsstøði.

Nýliga innsetti presturin helt dagsins prædiku. Fyrsti sunnudagur eftir trettanda er ein av hornasteinunum í sjálvsfatan fólkakirkjunnar. Orðið og sakramentini, á hesin sinni dópurin. Dópurin sum náðimiðil, nakað at ganga út frá og venda aftur til. Eitt andaligt tilhald at vera lagdur í Guds hendur og borin til Jesus.

Prestagjaldið telur fimm kirkjusóknir, ið mannaðu garð um prestin. Ein avbjóðing at røkja eitt stórt og fýra smærri kirkjulið. Eisini tey smærru kirkjuliðini hava ríkar gudstænastur. Tað er ómøguligt at sálmasangurin ein vanligan sunnudag úti á bygd ljóðar eins ljómandi sum í Christianskirkjuni. Og tó, - sálmasangurin er góður hvørja ferð, ið vit samlast til gudstænastu uttan mun til, um vit eru fá ella fleiri hundrað fólk. Teksturin, løgini og innihaldið, - lovsangur.

Vit ynskja Hanusi tillukku og Harrans signing. Vit síggja fram til løturnar, tá hinir fimm prestarnir verða innsettir. Áhugavert og vónríkt.

JF