Skriva út

Harrans sangir saman við urgu og hornblástri

04.08.2022 Tíðindi

Fleiri enn 200 fólk vóru til sálmakvøld í Christianskirkjuni, har føroyskir og enskir sálmar vóru sungnir.

Orð/myndir: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)

CHRISTIANSKIRKJAN: ”Hvussu kundu vit syngja Harrans sangir á fremmandari grund?”

Hesi orðini úr Sálmi 137,4 munnu mong helst kennast betri við á enskum máli: ”How shall we sing the LORD'S song in a strange land?”

Tey, ið dáma kenda tónleikabólkin Boney M minnast uttan iva eins kenda sangin ”Rivers of Babylon”, sum er at finna á útgávuni av sama navni, og sum kom út í 1978.

Uttan samanbering annars, so lá henda hugsanin í bakhøvdinum, tá eitt serstakt sálmakvøld var hildið í Christianskirkjuni týskvøldið 2. august. Einki er sum at syngja sangir á egnum máli í egnum landi. Men stórt er somuleiðis at syngja sangir á øðrum málum í øðrum landi.

Eitt er, at hetta var eitt sálmakvøld við føroyskum og enskum sangum og sálmum. Men líka so týdningarmikið var, at hetta var eitt kvøld, ið vendi sær bæði til føroyingar og teir mongu útlendingarnar, sum hava valt at búseta seg her á landi.

Sálmakvøldið var væl lýst, og hetta sást eisini aftur í talinum av teimum, sum valdu at leita sær í kirkjuna hesa løtuna: Prentaði vóru 120 sangbløð, men tað gekk ikki long tíð, so vóru hesi farin. Mett verður, at minst 200 fólk vóru møtt upp.

Fyriskipari og liturgur var Marjun Lómaklett, sum eisini virkar sum intetrasjónsprestur í Føroyum. Hon kann fegnast um góðu undirtøkuna til væl umtókta og afturvendandi tiltakið, sum má sigast at vera komið fyri at vera.

AMAZING GRACE
Sálmakvøldið verður fyriskipað í eini viku, har tónleikur av øllum slagi fer at tóna út yvir Klaksvíkina hesar komandi dagarnar, nú Summarfestivalurin stendur fyri framman.

Føroyingar eru jú eitt fólk við stórum áhuga fyri tónleiki. Og eitt fólk, sum dámar sera væl at koma saman at syngja sálmar og sangir.

Tað sást beinanvegin, at sálmakvøldið í Christianskirkjuni er eitt tiltak, sum fólki dámar at luttaka í. Væl áðrenn at kirkjuklokkan ringdi inn til sálmakvøldið, tustu fólk inn í kirkjuna og settust spent við sangblaði í hond.

Byrjað var við kenda sálminum ”Gakk tú tryggur fram við góðum treysti” afturvið orgulspæli. Næsti sálmur var hin eins kendi enski sálmurin ”Love divine”, har limir úr Klaksvíkar Hornorkestur spældu undir.

Og soleiðis gekk sálmakvøldið við enskum og føroyskum sálmum, har skift var millum undirspæl á urguni ella við hornblástri.

Sálmakvøldið endaði við heimskenda sálminum ”Amazing grace”, har sangurin rungaði í kirkjurúminum.

SAMAN UM TAÐ STØRSTA
Aftaná var boðið til ein góðan kaffimunn niðri í kirkjukjallaranum, har prátið gekk óført á so ymiskum málum sum føroyskum, enskum, fronskum, sponskum, onkrum av mongu málunum sum filipinar tosa - og helst onkrum øðrum máli við.

Her í kirkjukjallaranum fingu fólk, kanska fyri fyrstu ferð, haraftrat høvið at síggja tey sera vøkru verkini hjá listamanninum Edvard Fuglø um Jesu lív.

Eitt annað serstakt var, at fólk úr mongum ymiskum londum vóru til sálmakvøldið. Eitt annað, og líka so áhugavert var, at her var ikki spurt í hvørja kirkju ella hvørja samkomu, tú dagliga gongur í.

Her komst tú í prát við fólk við ymiskari kirkjuligari bakgrund; her vóru fólk við katólskari bakgrund; fólk úr ymiskum samkomum og kirkjum her á landi; og fólk, sum hava sína dagligu gongd í Lívsins Orð.

Tí er eitt slíkt sálmakvøld ikki bara eitt, har fólk úr ymiskum kirkjum og samkomum hittast. Hetta er eisini eitt kvøld, har vit fáa høvið at syngja føroyskar og enskar sangir saman.

Men fyrst av øllum er hetta eitt tiltak, har fólk úr ymiskum londum og við ymiskum tungumálum hittast saman í eini kirkju við bert einum í huga: at syngja Harrans sangir.
At hetta eydnaðist so væl, man kennast væl hjá Marjun Lómaklett, sum í sínum dagliga arbeiði hevur gott samband við øll hesi mongu fremmandu í okkara landi.

We will meet again next year!

Videobrot her: