Hanus Simonsen til Klaksvíkar
Seinasta sunnudag takkaði Hanus fyri tíðina sum prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Í hesum sambandi vóru báðir prestarnir, Heri Joensen og Hanus, virknir við gudstænastuna í Vesturkirkjuni. Aftan á gudstænastuna var borðreitt við kaffi og køkum uttan fyri í tí vakra umhvørvinum rundan um kirkjuna, - við tjørnina ella í parkini, har standmyndin av Sigmundi stendur.
Eitt ár er gingið, síðani Hanus tók við kallinum sum avloysari fyri Berg Debes Joensen. Bergur hevur saman við familjuni ferðast heimin runt.
1. august kemur Bergur aftur til arbeiðis í fólkakirkjuni eftir eitt hendingaríkt ár saman við familjuni sum ferðafólk og virkin í ymiskari tænastu. Millum annað var Bergur lærari á einum prestaskúla í Nigeria í tríggjar mánaðir. Í tveir mánaðir var hann lærari umborð á trúboðaraskipinum Doulos. Eisini røkti hann í ein mánað kallið sum danskur prestur í Jaffa, Ísrael.
Nú leiðin liggur norðureftir aftur til barndómsins gøtur, er Hanus sera spentur. Ein stór kirkja, og fýra smærri kirkjur. Ein býur, smærri bygdir og oyggjasamfelagið. Eitt spennandi kall.
Í einum brævi til Hanus Simonsen lýsir biskupurin vegna Føroya Stiftsstjórn starvið á henda hátt.
“Eftir tilmæli frá prestunum og kirkjuráðunum í Norðoya vestara prestagjaldi verða tygum hervið konstitueraður at gera prestatænastu í prestagjaldinum.
Konstitueringin er fyribils í tíðarskeiðinum 1. august til 31. desember 2008.
Hóast talan ikki er um vanliga konstituering í leyst starv, umfatar tænastan skyldur og rættindi, sum eru galdandi fyri konstituering í prestastarv.
Eg ynski tygum góða eydnu og frímóð í tænastuni og Harrans signing.”
Við hámessuna í Christianskirkjuni sunnudagin 3. august verður Hanus skipaður í starvið. Tað verður dómprósturin, Bjarni Bæk, ið innsetur Hanus. Saman við Hanusi kemur Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur, at gera tænastu. Tað verður hátíð, - bæði dópur og altarborðið.